Annað

Føroyameistararnir fylgdu serliga væl við í seinasta settinum

Sum væntað tapti Mjølnir evropeiska dystin í Niðurlondum - 3. setti endaði 25-22. Seinni dysturin verður spældur í Klaksvík mikudagin 19. november.

Hetta er triðja árið á rað, at menninir hjá Mjølni eru við í kappingini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hetta er triðja árið á rað, at menninir hjá Mjølni eru við í kappingini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-13 17:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og kvinnurnar hjá Fleyr gjørdu í tveimum Challenge Cup-dystum, tapti Mjølnir 3-0, tá føroyameistararnir í gjár spældi sín fyrra dyst í evropeisku kappingini.

Hetta var í Niðurlondum, har Sleidrecht Sport tók ímóti. Greitt var áðrenn, at talan var um sterkt lið, og at Sleidrecht Sport var stórfavorittur.

Hetta er triðja árið á rað, at menninir hjá Mjølni eru við í kappingini, og tískil hevði føroyska á liðið nakað av royndum. Í mun til omanfyrinevnda Fleyr, sum tvær teir seinastu vikurnar á fyrsta sinni royndi seg. 

Útiliðið var betri og betri við fyri hvørt sett í Niðurlondum mikukvøldið. Í løtum í 2. setti var ógvuliga tætt, og munurin í seinasta setti var ikki meira enn tríggjar bóltar.

[object Object]
Mynd: Flogbóltsfelagið Mjølnir

Hetta burdi givið teimum hjá Mjølni áræði til heimadystin í Klaksvíkar Badmintonhøllin, sum verður mikudagin 19. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder