Fótbóltur

Føroyameistararnir nærkast nú evropeisku plássunum

Jákup Johansen og Sølvi Vatnhamar skoraðu málini í Vági, tá Víkingur vann triðja landskappingardystin á rað. HB er á skránni í Sarpugerði fríggjakvøldið.

Víkingur var aftur í Suðuroynni seinnapartin - Sølvi Vatnhamar skoraði dagin fyri sín 39-ára føðingardag (Mynd: Bjartur Vest)

Víkingur var aftur í Suðuroynni seinnapartin - Sølvi Vatnhamar skoraði dagin fyri sín 39-ára føðingardag (Mynd: Bjartur Vest)

2025-05-04 16:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dystur í 9. umfari í fremstu mansdeildini varð spældur á Eiðinum seinnapartin, har FC Suðuroy tók ímóti Víkingi.

Favorittarnir og føroyameistararnir komu tíðliga á odda: Olaf Bárðarson fann Jákup Johansen, sum staddur á brotssparksblettinum var eirindaleysur. Strandingurin var í dag fremsti maður hjá Víkingi.

Tíðliga í 2. hálvleiki økti Sølvi Vatnhamar, sum í morgin fyllur 39 ár. Talan var um vælspælt Víkinga-álop. Ragnar Skála kom ígjøgnum í høgru og legði ein vandamikla sending inn fyri FC Suðuroy-málið. Har kastaði 10'arin hjá Víkingi seg fram og skoraði til 2-0.

[object Object](Mynd: Bjartur Vest)

Annað málið hjá Sølva í ár og triði sigurin á rað í Betrideildini gjørdist verleiki nakað seinni. Víkingur helt aftur málið reint og er nú á 5. plássið. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen nærkast nú havnarfeløgunum - tvey stig eru upp til B36 og fýra stig eru upp til HB.

Júst HB, sum í dag hevur skift venjara, vitjar í Sarpugerði fríggjakvøldið. Tá fer Víkingur eftir at enda fyrsta triðing, ið hevur verið tungur, væl og í øllum førum vera nær við at koma inn í topp-fýra.

8. umfar í Betrideildini hjá monnum

Í dag, sunnudagin 4. mai
FC Suðuroy - Víkingur 0-2 (0-0)

Í gjár, leygardagin 3. mai

HB - NSÍ 1-7 (0-2)

Sí eisini: HB fyri fullkomiligar eyðmýking á heimavølli

B36 - EB/Streymur 1-2 (0-1)
B68 - 07 Vestur 2-1 (0-0)

Sí eisni: EB/Streymur skelkaði B36 - B68 vann seg uppum strikuna

Hósdagin 1. mai
KÍ - TB 10-0 (5-0)

Sí eisini: KÍ vann við tíggju málum á TB

Støðan:

1. NSÍ 24 stig 
2. KÍ 24 stig
3. HB 15 stig 
4. B36 13 stig
5. Víkingur 11 stig 
6. EB/Streymur 10 stig
7. B68 7 stig
8. FC Suðuroy 6 stig 
---------------------
9. TB 5 stig
10. 07 Vestur 1 stig

Umfar verður fríggjakvøldið, tá millum annað toppbrak verður, og leygardagin. Sí skránna HER



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder