Tveir dystir í 3. umfari í Betrideildini hjá monnum byrjaðu klokkan 15. Teir endaðu við sigrum til favorittarnar, men nógv stóð á hjá trífaldu føroyameistarunum.
Spenningur var um, hvørt NSÍ kundi bjóða KÍ av ella ikki, og eftir 19 minuttir var longu 0-2. Í 12. minutti beindi franski miðverjin Cedric Yambere bóltin í egið mál eftir vandamikið innlegg frá Peturi Knudsen, og sjey minuttir seinni setti Petur sjálvur bóltin í KÍ-málið.
Hetta var, eftir KÍ misti bóltin í uppspælinum. Sum heild var hesin parturin ikki góður hjá teimum í bláum, og Ari í Haraldsstovu Petersen var ótryggur í málinum.
KÍ var al kroyst nú, men Pàll Andrasson Klettskarð minkaði um munin í 28. minutti . Áleyparin var á blettinum, eftir at Kristian Joensen hevði bjargað skotroynd væl, og so var 1-2.
NSÍ burdi økt fyrsta korterið í 2. hálvleiki., tá Klæmint Andrasson Olsen hevði tveir risa møguleikar: Fyrst eftir frísparksinnlegg har hann var púra fríur, og síðani eftir stórt verju- og málvejrumistøk har skotið fór uppum.
Ístaðin javnaði KÍ. Páll var aftur til reiðar í 62 minuttir eftir frálíkt innlegg frá Patric Da Silva. Stútari og sætta málið hjá 33-ára gamla klaksvíkinginum í ár.
Fýra minuttir seinni var tað gamli NSÍ'arin, Árni Frederiksberg, ið snilt og væl sendi bóltin í málhornið eftir KÍ-spæl í høgru. 3-2, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið, hóast KÍ heldur ikki var sannførandi seinna partin av 2. hálvleiki. Teir í bláum høvdu tó sum heild meira skeprni og fingu trý kærkomin stig.
Myndir: dystir.fo
ÍF helt nullið í 40 minuttir í Gundadali. HB fekk tó hol á eftir gjøgnumbrot hjá Áka Samuelsen og fyrsta málinum hjá Mohammed Samba fyri felagið, og dysturin varð avgjørdur stutt eftir steðgin.
Hanus Sørensen, Sammy Skytte (fyrsta málið fyri HB) og Áki komu á máltalvuna, og HB aftur á sigurskós eftir tapið í Sarpugerði fyri landsliðssteðgin. HB hevur seks stig - ÍF hevur framvegis einki stig og einki mál.
3. umfar í Betrideildini
2. Páskadag, 1. apríl
KÍ - NSÍ 3-2 (1-2)
HB - ÍF 4-0 (1-0)
17.00:
Víkingur - B68
Skála - B36
Í morgin, týsdagin 2. apríl
18.00: 07 Vestur - EB/Streymur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald