Annað

Føroyameistarin í leirdúgvuskjóting skal finnast

Føroyameistarakappingin 2018 verður komandi vikuskifti.

2018-08-29 23:13 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi vikuskifti 1-2. september, verður føroyameistarakapping 2018 í leirdúgvuskjóting.


Byrjað verður at skjóta innleiðandi umførini leygardagin, og sunnudagin verða seinastu umførini, umframt finalurnar skotnar.


Kappast verður í skeet og trap, og báðar dagar á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.


Leygardagurin er samstundis seinasta umfar í FM-liðkappingini í ár, og úttøkukappingini til bruttolandsliðshópin, til Oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019.


Beinleiðis dagføring við úrslitinum, verður á síðuni hjá Skjótisamband Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder