Mánadagin tekur føroyska U21-landsliðið ímóti Fraklandi. Dysturin verður tó ikki á Svangaskarði á Toftum, sum upprunaliga ætlað. Í staðin verður hann spældur á Ovara vølli í Gundadali í Havn.
Vallirnir, ið verða brúktir til altjóða fótbólt, skulu góðkennast árliga. Tað eru altjóða kanningarstovur, ið gera hesar royndir vegna FIFA, og tá vøllurin á Svangaskarði varð kannaður herfyri, lá okkurt markvirði uttan fyri tað, ið kundi góðkennast til altjóða dyst, og tað er orsøkin til, at dysturin verður spældur í Havn, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuna.
U21-dysturin millum Føroyar og Frakland byrjar mánadagin klokkan 17.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald