
- Síðani 1988 hava Føroyar spælt altjóða FIFA-skrásettar A-landsdystir við monnum ímóti tilsamans 52 londum.
Hetta stendur ovast á yvirlitinum hjá FSF yvir mótstøðulið seinastu 37 árini.
Undir stavinum "K" standa seks lond - millum annað Kanada, sum Føroyar spældu tveir av fyrstu skrásettu dystunum ímóti og Kekkia, ið føroyingar aftur í ár hava hitt.
Har stendur tó ikki Kroatia.
Londini hava hittst í ungdómsfótbólti. U21-landsliðið hjá Føroyum spældi sín allarfyrsta dyst í júst Kroatia í 2007. Føroyar vóru eisini í bólki við Kroatia í seianstu undankapping og burdu helst fingið stig í útidystinum. Bæði í 2023 og 2024 vitjaðu kroatiskt stórfeløg eisini Tórsvøll í Conference League (B36 - Rijeka í 2023 og HB - Hajduk Splidt í fjør)
Jørgen Nielsen í U21-landsdysti móti Kroatia í í Klaksvík í 2023 (Mynd: Bjarni Enghamar)
Nógv stór avrik hjá lutfalsliga lítlu tjóðini
Hendan greinin fer ikki at taka í allar søguligu træðrirnar og ymisku viðurskiftini á Balkan. Í stuttum kann tó sigast, at sum sjálvstøðug tjóð spældi Kroatia fáar skrásettar dystir fyrrenn í nítiárunum eftir ógvusliga skilnaðin við Jugoslavia; Føroyar spældu móti júst Jugoslavia í sínari fyrstu undankapping nakrantíð
Har vóru nakrir fáir dystir í 1940'unum, men Kroatia sum vit kenna tað - í eyðkendu reyðu og hvítu búnunum - er frá 1992 og frameftir.
Og tað hevur gingið nærum ótrúliga væl. Serliga fyri eitt land sum hevur undir fýra milliónir íbúgvar.
Fyrsta endaspælsavrikið var í EM-endaspælinum í Onglandi í 1996. Longu tá gjørdu kroatar bart - millum annað við at seta donsku evropameistararnar uppá pláss - og Kroatia kom í fjórðingsfinaluna. Eisini í 2008 vóru kroatar millum tey seinastu átta í EM.
Luka Modric og hinir vóru eisini í Nations League-finaluni í 2023, men tað er í HM-høpi, at Kroatia hevur gjørt størstu bylgjurnar:
1998: HM bronsa
2018: HM-silvur
2022: HM-bronsa
Kroatar fegnast í Katar eftir at HM-bronsan er komin í hús - annað heimsmiestaraheitið á rað við heiðursmerki hjá stoltu men lutfalsliga lítlu tjóðini (Mynd: EPA)
Harvið er tað eitt land við ikki hissini úrslitum, sum bíðar Føroyum í HM-undankappingardystinum í morgin.
Tvey HM-endaspøl á rað við heiðursmerki, og kroatar koma við yvir 500 fjepparum, stórum sjálvsáliti eftir stórsigrarnar á Kekkia og Gibraltar og við spælarum sum til dømis Luka Modric (Balon d'Or vinnarin frá 2018 við útvið 600 dystum fyri Real Madrid)
Sí eisini: Rokna við umleið 600 kroatiskum áskoðarum á Tórsvølli
Kroatiska liðið hevur tíðindfund og venjing í kvøld (venja klokkan 19 á Tórsvølli) Vit fara at hava ymiskt tilfar harfrá.
HM-undankapping 4. umfar:
Fríggjadagin 5. september á Tórsvølli
19.45 Føroyar - Kroatia
Til ber enn at keypa atgongumerki her
----------------------------------------------------
Kroatiski hópurin til HM-undankappingardystin móti Føroyum
Dominik Livaković, Fenerbahçe (Turkaland)
Ivica Ivušić, Hajduk Split (Kroatia)
Dominik Kotarski, FC København (Danmark)
Josip Juranović, Union Berlin (Týskland)
Duje Ćaleta-Car, Real Sociedad (Spania)
Josip Šutalo, Ajax (Holland)
Josip Stanišić, Bayern München (Týskland)
Marin Pongračić, Fiorentina (Italia)
Martin Erlić, FC Midtjylland (Danmark)
Luka Modrić, AC Milan (Italia)
Mario Pašalić, Atalanta (Italia)
Lovro Majer, Wolfsburg (Týskland)
Martin Baturina, Como (Italia)
Kristijan Jakić, Augsburg (Týskland)
Petar Sučić, Inter (Italia)
Nikola Moro, Bologna (Italia)
Toni Fruk, Rijeka (Kroatia)
Ivan Perišić, PSV (Holland)
Andrej Kramarić, Hoffenheim (Týskland)
Ante Budimir, Osasuna (Spania)
Marco Pašalić, Orlando City (USA)
Franjo Ivanović, Benfica (Portugal)
Venjari: Zlakto Dalic (staðið á odda síðani 2017)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald