Tað var lagt upp til ein ógvuliga torføra uppgávu, tá Rumenia, ið liggur á 5. plássi á heimsstykislistanum, og sum hevur vunnið tvey bronsuheiðursmerki til endaspøl seinastu árini.
Føroyska liðið hevur tó lagt sera lítið í tað higartil í dag dag, og eftir eina heldur tunga og trilvandi byrjan hava okkara verið omaná. Verjuparturin hevur verið framúr, við Pernille og Duritu í miðverjuni og einari framúr vælleikandi Anniku í málinum. Rumenska liðið er trýst til mistøk, og í álopinum hava føroysku leikararnir tikið ábyrgd og avsluttað væl.
Harvið ein føroysk leiðsla, og vónin er at sera góða gongdin heldur fram í 2. hálvleiki. Kringvarpið vísir dystin, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn
Føroyar - Rumenia (12-11)
Dystargongdin:
5. min: 1-3
10. min: 3-3
15. min: 6-6
20. min: 9-7
25.min: 10-10
Málskjúttar:
Maria Halsdóttir Weyhe 4 (2)
Súna K. Hansen 3
Marianna Geirsdóttir Eystberg 3
Pernille Brandenburg 1
Durita C. Jojic 1
Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen 8 (1) - 44 %
Hondbóltur
Føroyar á odda móti Rumenia í hálvleikinum
Ein sensatión er á veg í Høllini á Hálsi, har føroyska kvinnulandsliðið hevur spælt ein heilt framúr góðan 1. hálvleik.
Maria Halsdóttir Weyhe er føroyskur toppskjútti við fýra málum uppá fýra skot
2019-09-29 17:40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald