Tað gongst føroyska kvinnuliðnum væl í góðveðrinum á Tórsvølli. Føroyar hava verið omaná móti Montengro, sum annars er oddalið í bólkinum og vann 5-1 tá liðini hittust í apríl.
Okkara hava eydnast væl við høga trýstinum og sum heild at hildið Montenegro frá føroyska málinum. Tað kiksaði tó í 22. minutti í sambandi við hornaspark. Tá fingu málvejrin Valborg Østerø og Sunniva Willemoes ikki ruddað burtur, og so revsaði vandamikli áleyparin hjá Montenegro, Armisa Kuc.
Í yvirtíðini hevði Montenegro eina frísparksroynd á tvørtræðið, men tað eru Føroyar, sum eru odda. Heimaliðið hevur eisini ligið meira framvið.
Tað hevur serliga verið í sambandi við deyðbóltsstøður, at Føroyar hava verið vandamiklar. Eftir fleiri slíkar á rað, og eftir at bólturin kom innfyri, endaði hann hjá Heidi Sevdal nakað til vinstru, og áleyparin legði bóltin hegnisliga í longra málhornið.
Málið hjá Jensu Tórolvsdóttir hekk meira saman við minni góðum málverjuspæli, men langskotið var gott, og harvið 2-1.
Føroyska liðið hevur sum heild hingið væl saman. Vongbakkarnir úr Víkingi, sum ikki vanliga spæla sum vongverjar, hava gjørt tað væl, og Sanna Svarvadal hevur staðið sterk á vejrukenda miðvøllinum - við og uttna bólt. Hetta er fyrsti A-landsdystur hjá Sannu frá byrjan í yvir eitt ár. Undir liðuni á henni hevur unga Fridrikka Clementsen víst góoðar taktir við bóltinum. Ásla Johannesen hevur eisini riggað væl saman við Heidi Sevdal.
So er at vóna, at Føroyar halda stásið við líka í 2. hálvleiki. Her liggja avgjørt góðir møguleikar í dystinum.
EM-undankapping, deild C - bólkur B
5. umfar á Tórsvølli 12.07
16.45: Føroyar - Montenegro (2-1)
19' Heidi Sevdal 1-0
22' Armisa Kuc 1-1
32' Jensa Tórolvsdóttir 2-1
Føroyar (5-3-2/3-5-2): Valborg Østerø - Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Tórunn Joensen, Birita Ryan, Sunniva Willemoes og Lea Lisberg - Eyðvør Klakstein, Sanna Svarvadal, Fridrikka Clementsen - Heidi Sevdal, Ásla Johannesen (L)
Kringvarpið vísir dystin - fylg gongdini her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald