Hondbóltur

Føroyar-Danmark: Atongumerkjasølan byrjar í dag

Atgongumerkjasølan til hondbóltslandsdystin hjá monnum í Skjern byrjar klokkan 18.

Mynd: Hondbóltssambandið

Mynd: Hondbóltssambandið

2018-08-30 13:29 Author image
Ari av Rana

Klokkan 18.00, byrjar atgongumerkjasølan til landsdystin millum manslandsliðini hjá Føroyum og Danmark. 

Dysturin verður leygardagin 27. oktober í stásuliga Skjern Bank Arena. Tað er pláss fyri 3.100 áskoðarum.

Hondbóltssamband Føroya hevur roynt at fingið undantaksloyvi at spæla manslandsdystirnar á heimavølli í Føroyum, men umbønin varð ikki gingin á møti og tí verða dystirnir spældir í Danmark, har tann fyrsti, sum er móti júst donsku hondbóltsrisunum, verður spældur í Skjern, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðu síni.

Lítli býurin við 7.000 íbúgvum er hálvan tíma frá Billund.

Hondbóltssambandið vónar og væntar, at nógvir føroyingar fara at stuðla føroysku hondbóltsmonnunum, serliga nú, tá teir eru noyddir at spæla sínar heimadystir á útivølli.

HSF hevur avlagt aðru langsíðuna, sum er besta plássið í høllini, til føroysku áskoðararnar.

placeholder
placeholder