Hondbóltur

Føroyar eru aftur stórfavorittar

Og farið verður enn einum sigri, nú styrkistøl og sjálvskensla eisini eru uppá spæl. Súna Krossteig Hansen fær leiklut í verjuni móti Litava.

Marita Mortensen við bóltinum til venjing í dag. Føroyska liðið skal ikki nakran iva vera um, at Litava ikki skal til HM (Mynd: Sverri Egholm)

Marita Mortensen við bóltinum til venjing í dag. Føroyska liðið skal ikki nakran iva vera um, at Litava ikki skal til HM (Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-12 16:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kaunas, Litava (Portalurin): Føroyar livdu upp til tað við Tjarnir mikukvøldið, og eisini til dystin í morgin eru føroysku kvinnurnar í leiklutinum sum stórfavorittar.

Hetta vísa tøl hjá veddingarfyritøkunum. Millum annað hevur Bet365 odds 1,09 á, at Føroyar vinna í morgin. Hetta er eitt ógvuliga lágt til fyri eitt útilið. Til samanberingar hevur Litava 8,50 í oddsi.

Føroyska liðið skal bara hava eitt betri úrslit enn eitt tíggju-máls tap fyri at tryggja plássið í HM-endaspælinum. Tó tykiskt stór hugsavnan vera í føroysku leguni um fáa enn ein góðan sigur.

Hetta hjálpir í menningini, í sjálvsfatanini og eisini í mun til styrkisstig. Slíkt fer ávirkanin at síggjast av næstu árini.

[object Object]
Brynja Høj til venjing í dag - sum útgangspunkt hennara seinasta sum landsliðsspælari (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini - frá venjing: Føroyar skulu taka seinasta fetið í fínum umstøðum

Súna skal hjálpa í verjuni - Brynja spælir sín seinasta dyst

Hon hevur stríðst við skaðar í fótinum í fleiri mánaðir samanlagt hetta kappingarárið. Undan EM var tað ein ógvuslig bekling, og seinastu tíðina hevur tað verið eitt stressbrot.

Súna Krossteig Hansen spældi heldur ikki við Tjarnir mikukvøldið, men hetta var tí at havnarkvinnan var sjúk. 25-ára gamli bakspælarin hjá Skanderborg er tó so mikið birg nú, at hon er við.

Tað sást til venjingina í dag, at Súna K. Hansen serliga er ætlað ein leiklut sum verjuspælari: At dekka bakk (tvey'ari) og harvið geva Janu Mittún og Mariu Pálsdóttir Nólsoy møguleika fyri hvíld. Súna fer tó ikki at spæla saman við teimum báðum í álopinum - tað er ov stórur váði í álopssælinum, sum er heldur øðrvísi fyri fótin.

[object Object]
Súna Hansen og Jana Mittún í góðum lag til venjingina í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Brynja Høj kemur allarhelst eisini bert at spæla í verjuni. Sterki strikuspælarin hjá Neistanum gevst eftir ætlan at spæla hondbólt heilt skjótt, og Brynja hevur boðað frá, at seinasta takið fyri landsliðið verður her í Litava.

Brynja og hinar spæla klokkan 14 føroyska tíð - 16 lokala - í morgin, sunnudagin 13. apríl. Portalurin er á staðnum, og hava vit ymiskt tilfar frá upphiting, undir dysti og eftir dyst.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder