Fótbóltur

Føroyar eru favorittar á Malta

Veddingarfyritøkurnar hava Føroyar í favorittleiklutinum til í kvøld, nú Føroyar og Malta hittast fyri sættu ferð.

Seinast Føroyar og Malta hittust vunnu føroyingar 3-1. Hetta er einasti sigurin í Nations League higartil
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Seinast Føroyar og Malta hittust vunnu føroyingar 3-1. Hetta er einasti sigurin í Nations League higartil (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-11-20 16:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað kemur so at siga ikki fyri, at føroyska A-landsliðið hjá monnum er í favorittleiklutinum, tá spælt verður á útivølli. Í kvøld eru vit tað, tá Malta tekur ímóti í seinasta dystinum hjá liðunum í UEFA Nations League.

Allerflestu veddingarfyritøkurnar hava Føroyar sum favoritt, har tað gevur nakað yvir tvær ferðir aftur, um spælt verður uppá Føroyar. Liðið hjá Lars Olsen er harvið ikki stórfavorittur. Javnleikur gevur áleið pengarnir tríggar ferðir aftur og ein sigur til Malta frá 3,45 og uppeftir.  

Føroyska liðið er uppsett uppá at reisa seg eftir tapið í Aserabadjan, og at enda væl í hesari kappingini

Les eisini: Upptakt: Føroysk uppreisn á skránni á Malta

Føroyar hava spælt tvær ferðir áður á Ta' Qali leikvøllinum. Fyrru ferð endaði tað við teprum sigri, har Todi Jónsson gjørdist avgerandi fyri Føroyar, og seinnu ferð vann Malta í venjingardysti. Fimm ferðir hava liðini hittst; bert eina ferð hevur munurin verið meira enn eitt mál, og tað var á Tórsvølli í 1. umfarið í Nations League í september. 

Dystir millum Føroyar og Malta:

A1997 (HM-undankapping): 
Malta - Føroyar 1-2
Føroyar -Malta 2-1

2004 (Venjingardystur):
Føroyar - Malta 3-2

2013 (Venjingardystur): 
Malta - Føroyar 3-2

2018 (Nations League):
Føroyar - Malta 3-1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder