Fótbóltur

Upptakt: Føroysk uppreisn á skránni á Malta

Føroyska liðið tykast sera uppsett uppá at vísa nakað og enda væl frammanfyri mongu føroysku áskoðarunum.

Brandur Hendriksson Olsen hevði Merkið við út til venjing í gjár. Skálvíkingurin og hinir á liðnum eru til reiðar at stríðast fyri at fáa trý stig og prógva nakað í kvøld
(Mynd: Sverri Egholm)

Brandur Hendriksson Olsen hevði Merkið við út til venjing í gjár. Skálvíkingurin og hinir á liðnum eru til reiðar at stríðast fyri at fáa trý stig og prógva nakað í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-20 07:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan Nations League-kappingini var ein optimisma at hóma umkring føroyska liðið; her var møguleikin at kappast um eina EM-bilett. Føroyar komu tó í ein truplan bólk, og sambært maltesiska venjaranum, ið rósti Føroyum á tíðindafundinum í gjár, er talan um sterkasta bólkinum í Deild D, har 16 tey veikastu liðini í Evropa, á pappírinum, eru.

Les eisini: Hetta er sterkasti bólkurin í deildini

Avrikini á útivølli hava verið sløk. 2-0 í Kosovo og 2-0 í Aserbadjan hava veruliga víst, at føroyska liðið hevur mangla nakað í heyst. Hetta viðurkenna venjarar og leikarar eisini. Men nú skal tað verða; føroyska liðið skal aftur á slóðina, og teir á liðinum vilja prógva nakað fyri sær sjálvum, venjarunum og føroyska fólkinum.

Sí eisini: Lars Olsen: Vit hava ikki verið góðir nokk
              - Allir sóu fresh út til morgunmatin  
              Shaki: Áskoðararnir tað mest umráðandi

Tað snýr seg millum annað um ikki at enda aftast í bólkinum og harvið detta niður í niðasta seedingslag til EM-undankappingina. Ein javnleikur er nóg mikið til at greiða hendan setningin, men tað er eingin ivi um, at føroyingarnir fara eftir trimum stigum móti Malta, ið tapti 5-0 fyri Kosovo leygarkvøldið.

Til venjingina á Ta' Qali leikvøllinum í gjárkvøldið sá út til, at Jákup Thomsen fær møguleikan frá byrjan í álopinum, og at tað er Odmar Færø ið rýkur á bonkin fyri René Shaki Joensen, ið er aftur frá leikbanni. Hallur Hansson verður fluttur longur fram á vøllin. Sonni Ragnar Nattestad hevur verið nakað darvaður av knænum, men hann er tøkur. Liðið verður kunngjørt um middagsleiti. 

Les meira: 
Jákup Thomsen fær allarhelst møguleikan í álopinum 

Tjóðarleikvøllurin í Ta' Qali hevur pláss til áleið 17,000 áskoðarar. Tað seinasta er, at bert 3,000 atgongumerki eru seld. Harvið kann væntast, at teir gott 180 føroyingarnir veruliga fara at hoyrast. Teir fara tó at fáa kapping frá South End Core, ið leiktur varð fjepparadystur ímóti í gjár. Tá endaði tað við javnleiki, men tað umráðandi var, at áleið 15,000 krónur komu til 6-ára gamla krabbameinsrakta Kane. 

Les meira: Nógvur peningur savnaður inn til Kane

Seinnapartin hita føroysku áskoðarnir upp á gistingarhúsinum í St. George's Bay, áðrenn farið verður til leikvøllin. Nakað av regni veðrur í dag, men í kvøld verður turt á Malta og áleið 20 hitastig, tá føroyska liðið fer inn til sína seinastu uppgávu í Nations League á hesum sinni. Í Kosovo er Aserbadjan á vitjan til bólkafinalu. 

UEFA Nations League - Deild D, bólkur 3

19.45 (20.45 lokala tíð): Malta - Føroyar

Støðan í bólkinum: 
Kosovo 11
Aserbadjan 9
Føroyar 4
Malta 2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder