Ta' Qali, Malta (Portalurin) - Føroyska venjingin í dag var rólig fyri tað mesta. Í einum øvilsi kom ferð á, áðrenn farið var yvir til spæl uppá tvey mál, har ábendingar vóru um, hvussu liðið fer at síggja út í morgin.
Sum Lars Olsen sjálvur hevur boðað frá áðrenn, kemur René Shaki Joensen inn aftur á liðið eftir leikbann, og Føroyar fara aftur at spæla við 4-2-3-1 leikskipan.
Útfrá seinastu venjingini undan dystinum sá út til, at Jákup Thomsen avloysir Klæmint A. Olsen í álopinum. 20-ára gamli áleyparin kom inn í Aserbadjan, og gjørdi tað væl tann hálva tíman. Tað tykist greitt, at Odmar Færø gevur pláss fyri René Shaki. Lars Olsen og Jóannes Jakobsen flyta seg eitt sindur runt uppá brikkarnar, har Hallur verður fluttur longur fram og Brandur longur aftur á vøllin.
Hetta tykist vera liðið til í morgin: Gunnar Nielsen - Gilli R. Sørensen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Rógvi Baldvinsson, Brandur H. Olsen - Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, René Shaki Joensen – Jákup L. Thomsen
Føroyar og Malta spæla í annaðkvøld klokkan 19.45 føroyska tíð.
Les eisini: Lars Olsen: Vit hava ikki verið góðir nokk
Sí eisini: Shaki: Føroysku áskoðararnir tað mest umráðandi
Sí eisini: Video: - Allir sóu fresh út til morgunmatin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald