
Slovenia úr ovasta styrkisbólki, Montenegro úr triðja styrkibólki og Sveis úr niðasta styrkisbólki.
Hetta gjørdist úrslitið av lutakastinum um bólkabýti í EM-endaspælinum 2026 hjá monnum.
Tað var greitt áðrenn, at Føroyar skulu til Oslo at spæla, og at man slapp undan fleiri stórum hondbóltstjóðum. Á kvøldinum sluppu vit undan verandi evropameistarunum: Frakland endaði í hinum bólkinum í Oslo, har Noreg, Kekkia og Ukraina eru við.
Ístaðin endaðu Føroyar aftur við Slovenia í sínum EM-bólki. Í 2024 eydnaðist at spæla við móti slovenum; tað endaði 32-29 til Slovenia í Berlin. Hetta var helst frægasti møguleikin úr ovasta styrkisbólkinum.
Teis Horn Rasmussen hevur her lagt Føroyar á odda í Berlin í 2. hálvleiki móti Slovenia (Mynd: Sverri Egholm)
Tá var verri úr niðasta bólkinum. Einki Ukraina, Georgia og ei heldur Italia; men Sveis sum afrurat Serbia helst var sterkast av teimum úr potti 4. Hetta ger bólkin á pappírinum uppaftur tættari.
Montengro úr styrkisbólki trý var helst ikki so galið. Føroyar fingu í 2018 javnleik í Montenegro í sínum fyrsta dysti aftur í einari EM-undankapping.
Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki
Dystirnir verða spældir í Oslo-økinum 16. - 20. januar. Føroyar fara sum so at hava heimavallarfyrimun.
Niðanfyri ber til at síggja, hvussu allir bólkarnir síggja út
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald