Tað verða Eysturríki, Ukraina og Rumenia, sum vit skulu kappast ímóti um at sleppa í EM-endaspælið í 2024.
Hetta varð greitt eftir lutakastið, sum var í Berlin kvøld. Týskland verður vertur fyri endaspælinum, og Hondbóltssambandið hevur sett sum mál, at eitt føroyskt vaksnamannalið á fyrsta sinni skal luttaka í einum endaspæli í januar 2024.
Ymiskt bendir á, at tann møguleikin ikki er órealistiskur, og lutakastið í kvøld ger eisini sítt til, tó at talan verður um truplar uppgávur at loysa. Bæði Eysturríki og Ukraina eru lægst styrkismett í ávikavist potti eitt og potti tvey, meðan Rumenia eisini liggur niðarliga í sínum.
Okkara menn hava fleiri ferðir spælt móti Ukraina seinastu árini, og í onkrum førum hevur tað verið sera javnt - síðst tá liðini í apríl í fjør spældu í Høllini á Hálsi, og munurin var eitt mál.
Tað kann avgjørt metast, at tað var gott at sleppa undan til dømis Fraklandi ella Noreg úr hægsta styrkisbólkinum, og at tað ístaðin er Eysturríki, sum kom úr pottinum.
Tvey lið koma víðari til EM úr hvørjum bólki umframt fýra teir bestu útav teimum átta 3’arunum.
Fyrstu dystirnir eru á skránni í oktober.
Stór HM-uppgáva bíðar fyrst
Mikudagin 13. apríl spæla Føroyar á útivølli í Kiel ímóti Týsklandi í HM Play-off umfarinum, og nakrar dagar seinni, leygardagin 16. apríl, er Týskland á vitjan í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald