Fótbóltur

Føroyar fingu sítt mál

Jensa Tórolvsdóttir legði Føroyar á odda í Belfast, men Norðurírland vann at enda trygt og hevur nú ein playoff-dyst á skránni. 42 mál fóru inn í sjey dystum hjá Føroyum.

Longu í 4. minutti loypti føroyska liðið hvøkk á í Belfast, men tað endaði 5-1

Longu í 4. minutti loypti føroyska liðið hvøkk á í Belfast, men tað endaði 5-1

2020-12-01 21:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá tríggir minuttir vóru leiktir á Seaview Stadium í Belfast, har B36 í fjør spældi Europa League dyst móti Crusaders, loypti føroyska liðið hvøkk á Norðurírland. Eitt skot frá Olgu Kristinu Hansen varð blokerað, Sara Samson Lamhauge fekk fatur á bóltinum stutt uttanfyri brotsteigin og til høgru, hon fekk tamarhald á honum, og fann Juliu Naomi Mortensen sum í dag var fremsti leikarin á føroyska liðnum. Unga kvinnan av Tvøroyri, sum spælir við HB, royndi seg, bólturin kom í ein verjuleikara, og stakk til Jensu Kannuberg Tórolvsdóttir, sum fekk prikað bóltin í málið.

19-ára gamla gøtukvinnan fekk harvið sítt fyrsta landsliðsmál, og hetta var samstundis tað fyrsta hjá Føroyum í hesari EM-undankappingini. Í seinastu HM-undankapping (2017-2018) skoraði føroyska liðið eisini eitt mál. Tá var tað Milja Simonsen, sum skoraði í Kekkia.

(Upptøka: BBC)

Norðurírland skuldi vinna fyri at tryggja sær playoff-pláss, og heimaliðið svaraði eisini beinanvegin aftur, tá føroyska liðið ikki fekk ruddað burtur í samband við eitt hornaspark, og bólturin fór høvd av høvdi í málið. Tað var 1-1 í tjúgu minuttir, og føroyska liðið vardi í høvuðsheitinum heilt væl í 1. hálvleiki, men tað var torført at gera nakað við góða trekkið og frálíka langskoti hjá Kirsty McGuinness, sum eisini skoraði í Føroyum.

2-1 í stegðinum og Norðurírland avgjørdi so at siga dystin tíggju minuttir inn í 2. hálvleik við enn einum langskoti. Ímóti endanum skrædnaði tað tíverri eitt sindur, men talan var um eitt betri úrslit fyri Føroyar enn tað í dystinum á Tórsvølli í september, tá tær í grønum vunnu 6-0. Avrikið var eisini meira enn góðtikið, og glottar hava verið at hóma hjá unga føroyska liðnum seinastu tríggjar dystirnar. Heidi Sevdal, tann helst mest umráðandi leikaran, var ikki við í dag.

Í seinastu undankapping lótu Føroyar 53 mál inn. Hesaferð fóru 42 mál ígjøgnum, men føroyska liðið hevur spælt ein dyst færri. Ætlaði dysturin í Noreg í farnu viku varð av ongum orsakað av koronastøðuni í Noreg, og hugsast kann, at við styrkismuninum, og tí at Noreg vann heili 13-0 í Føroyum, so hevði talið av málinum íhvussu er komið upp ímóti tí, sum fór inn seinast. Tó hava sum sagt nøkur jalig ting verið at sæð í seinastu avrikunum, og at Føroyar fingu mál í kvøld og løgdu seg á odda, ger at seinasta upplivilsi er á einari leið.

EM-undankapping, áttanda og seinasta umfarið
Seaview Stadium, Belfast - 01.12.

Norðurírland - Føroyar 5-1 (2-1)
4' Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir 0-1
6' Rachel Furness 1-1
27' Kirsty McGuinness 2-1
56' Chloe McCarron 3-1
77' Caitlin McGuinness 4-1
87' Rachel Furness 5-1

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder