Annað

Føroyar góvu Íslandi skarpan gang, men taptu 3-1

EM-undankapping, U18 gentur: Ísland – Føroyar 3-1 (25-22, 29-31, 25-20, 25-13).

2026-01-13 07:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað gekk sum eftir ánni hjá Føroyum fyrstu løtuna í U18 EM-undankappingardystinum í flogbólti í gjár móti Íslandi, men eftir 14-7 kom stígur í, og Ísland javnaði til 17-17 og vann settið 25-22.

Annað sett kundi farið báðar vegir, men at enda vunnu Føroyar 31-29.

Í triðja setti fór Ísland tíðliga avgerandi framum og megnaði at halda munin alt settið, sum Ísland vann 25-20.

Eftir hetta tóktist sum um, at luftin var farin úr føroysku ballónini, og Ísland vann lættliga 25-13.

Um ikki Liktinstein tekur øll á bóli í dystinum ímóti Íslandi í dag, merkir úrslitið, at Føroyar skulu spæla hálvfinalu ímóti nr. eitt í hinum bólkinum í kvøld kl. 19:30. Tað verður helst ímóti Skotlandi ella Írlandi. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder