
Sosnowiec, Pólland (Portalurin): Tað gongur væl í Póllandi - so væl ar føroyingar nærkast einari HM-hálvfinalu.
Føroyar høvdu lítla yvirvág fyrstu tjúgu minuttirnar, men seinastu løtuna hava slovenar als ikki fingið eitt bein til jørðina.
Føroyingar vunnu hetta tíðarskeiðið 8-2 við framúr góðum álopsspæli, einari sterkari verju, einum Sasha í stórformi í málinum og stórari sinnisligari styrki.
Nú ræður tað um at halda stáslinum við líka. Tí so hevur hetta liðið skrivað søgu.
Fylgi við í okkara beinleiðis bloggi her
Meira eftir dystin eisini
U21 HM-fjórðingsfinalur
Í dag, hósdagin 26. juni
Føroyar - Slovenia (19-13)
Dystargongdin higartil:
5 min: 2-2
10 min: 5-4
15 min: 8-8
20 min: 11-10
25 min: 14-11
30 min: 19-13
Føroysku málskjúttarnir í fyrra hálvleiki:
Óli Mittún: 5
Ísak Vedelsbøl: 4 (2)
Høgni Heinason: 3
Høgni Højsted: 3
Sofus í Selvindi Nattestad: 2
Trúgvi Hávardsson: 1
Rókur Ziskason: 1
Harvið hava nógvar hildið seg framat.
Óli Mittún hevur greitt flest upplegg: 7 upplegg higartil.
Bjargingar:
Aleksandar “Sasha” Lacok: 9 - hetta svarar til 47% av skotunum, sum eru komin á, meðan hann hevur staðið í málinum (Tvey skot í tómt mál og eitt brotskast har Torstein Sivertsen var inni)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald