Oyggjaleikir 2019

Føroyar komnar í finaluna í judo fyri lið

Skulu møta Saaremaa í finaluni um eina løtu.

Føroyska liðið. Frá vinstru Bárður Hentze Lenvig, Jógvan Páll Kristiansen, Nicolaj Skoubo, Sigmundur Johansen og Edvard S. Johannesen

Føroyska liðið. Frá vinstru Bárður Hentze Lenvig, Jógvan Páll Kristiansen, Nicolaj Skoubo, Sigmundur Johansen og Edvard S. Johannesen

2019-07-11 11:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska judolandsliðið við monnum hevur longu tryggjað sær gylt heiðursmerki í liðkappingini í dag.

Føroyska liðið hevur verið í dysti tvær ferðir í morgun. Fyrsti dystur var móti Álandi, har Føroyar vunnu ein tryggan sigur á 3-0.

Fimm mans eru á liðnum, men um annað liðið kemur á odda 3-0, so er dysturin avgjørdur og liðugur.

Sigurin á Álandi gav pláss í semifinaluni, har Føroyar møttu Guernsey. Og hetta gjørdist ein løtt uppgáva. Guernsey møtti bert við trimum monnum, og tað merkti, at Føroyar bert skuldu vinna ein dyst fyri at koma á odda 3-0.

Og ta uppgávuna fekk Jógvan Páll Kristiansen, og hann greiddi sína uppgávu við at syfta sín mótstøðumann og tryggja Føroyum finaluplássið.

Frammanundan var væntað, at Menorca fór at gerast harðasti kappingarneyti hjá føroyingum um liðgullið. Men Menorca tapti óvæntað móti Saaremaa innleiðandi, so nú verður tað Saaremaa, sum Føroyar skulu hitta í finaluni.

Estlendingarnir møta bara við fýra monnum í kappingini, so Føroyar eru til tann dystin longu frammanfyri 1-0. Ein annar fyrimunur er, at í einstaklingakappingini vunnu okkara menn allar sínar dystir móti monnunum av Saaremaa.

Í liðkappingini verður bert kappast hjá monnunum. Føroyar meldaðu kvinnurnar til eisini, men tað gjørdi ongin av hinum oyggjunum, og tí er ongin liðkapping fyri kvinnur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder