Fótbóltur

Føroyar koppaðu Montenegro

Eins og í 2014 vann U21-landsliðið 1-0 á Svangaskarði móti Montenegro. Stefan Radosavljevic skoraði einsamalla málið í dystinum, og liðið hjá Sámali Eriki Hentze hevur nú seks stig.

Stefan Radosavjlevic skoraði sítt triðja mál í undankappingini og gjørdist harvið matchvinnari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Stefan Radosavjlevic skoraði sítt triðja mál í undankappingini og gjørdist harvið matchvinnari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-10-13 18:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og ímóti Ísrael fyrst í farna mánaði vunnu Føroyar EM-undankappingardyst á Svangaskarði, har Montenegro í dag var á vitjan. Føroyski sigurin var væl og virðiliga uppiborin, og avrikið hjá ungu monnunum var aftur sannførandi: Bæði sum einstaklingar og ikki minst sum lið.

Føroyar byrjaðu greitt betri, og fingu í løtum veruliga lagt trýst á Montenegro og skapt onkra vandamikla støðu. Okkara hildu væl fast í bóltinum og fluttu hann runt við yvirskoti og tó. Beint áðrenn hálva tíman kom liðið hjá Sámali Eriki Hentze og Hegga Samuelsen eisini á odda. Eftir gott uppspæl kom bólturin út til Adrian Justinussen í vinstru. HB-kanturin legði ein fínan bólt inn í brotsteigin. Har var Stefan Radosavljevic komin uppá pláss, og tvøramaðurin í B36, sum spældi sera væl á føroyska miðvøllinum, strekti beinið fram, og bólturin fór umvegis stongina í málið hjá Montenegro. Hetta var triðja málið hjá Stefani í átta dystum í undankappingini.

Hetta gjørdist einasta málið í dystinum. Montenegro kom betri út til 2. hálvleik og hótti nakrar ferðir, serliga við deyðbóltum sum útiliðið eisini fekk ein góðan málmøguleika uppá í fyrra hálvleiki. Men føroyingar stóðu væl ímóti, vóru í fleiri løtum kaldur á bóltinum, hóast tað gjørdist heldur rótut til tíðir, og kundu havt økt. Millum annað høvdu Stefan Radosavljevic, Adrian Justinussen og Pætur Petersen góðar málmøguleikar, tá tað gjørdist leyst hjá útiliðnum, men yvirskotið og góðskan manglaðu eitt sindur í støðunum.

Hetta var annar sigurin hjá Sámar Eriki Hentze sum oddamanni fyri føroyska U21-landsliðnum. Hetta merkir at Føroyar eru eitt stig aftanfyri Montenegro í bólkinum áðrenn seinastu tvey umførini. Har skulu ungu føroysku menninir royna seg í Kasakstan og Spania.

U21 EM-undankapping
Tórsvøllur, 13/10
Føroyar - Montenegro 1-0 (1-0)
29' Stefan Radosavljevic (Adrian Justinussen)

Føroyar (4-2-3-1): Rói Zachariassen (EB/Streymur) - Ari Olsen (Víkingur), Samuel Johansen Chukwudi (HB), Ólavur Niclassen (KÍ), Daniel Johansen (HB) - Stefan Radosavljevic (B36 - 89' Ragnar Samuelsen, B36), Hjalti Kárason Djurhuus (EB/Streymur) - Lukas Giessing (AB - DAN - 90' Hanus Sørensen, FC Midtjylland), Petur Knudsen (L - NSÍ), Adrian Rúnason Justinussen (HB) - Pætur Petersen (HB).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder