Oslo, Noreg (Portalurin): Tað gjørdist eingin spenningur, tá Føroyar og Montenegro fyrr í kvøld spældu í Unity leikhøllini - 13 mál á muni og takk fyri tað. Tað kann tó ávirkað, hvat hendi í seinna dystinum her í kvøld.
Sí eisini: Stórur og søguligur sigur í Oslo
Tað sá sanniliga heldur ikki út til at gerast spennandi millum Sveis og Slovenia. Seks mál vóru á muni í steðginum, og tá Sveis var á odda við upp til níggju málum stutt eftir steðgin.
Munurin kom ikki niður á fimm, fyrren eitt korter var eftir, men so fór alt í sor hjá Sveis. Hinvegin eydnaðist alt hjá skaðadarvaða slovenska liðnum, sum annars fekk sín venjara riknan frá bólkinum.
Móri endanum hildu Janc, Makuc og hinir høvdið kaldari. Slovenia vann 38-35 og er víðari til miðumfarið.
Harvið er støðan í bólki D soleiðis eftir tvey umfør - tvey lið koma víðari til Malmö:
1. Slovenia 4 stig - víðari
2. Føroyar 3 stig (+13)
---------------------------
3. Sveis 1 stig (-3)
4. Montenegro 0 stig - úti
Tvey lið koma víðari
Myndir: Løtan eftir knúsandi sigurin
Lættari roknistykki - ikki vist at tað er neyðugt at fáa stig
Slovenia (víðari) og Montenegro (ov langt frá 2. plássinum) eru úti av líkningini í mun til at koma víðari. Men Slovenia hevur væl meira at spæla fyri:
Liðini fáa tey stigini við víðari, sum tey vinna sær móti hinum liðnum, ið kemur víðari. Stigini móti hinum báðum liðnum hava einki at siga, í mun til tað.
Tískil kann Slovenia ikki loyva sær at seta stig til móti Føroyum, um liðið skal vera í góðari støðu undan miðumfarinum.
Montenegro hevur harvið einki at spæla fyri uttan heiðurin, og tá man sá hugburðin móti endanum í dag, kann man stúra fyri, at Sveis fer at hava lætt spæl móti Montenegro.
Tað góða fyri Føroyar er, at 16 mál og tvey stig eru at geva av. Tað vil siga, at um so er Føroyar tapa fyri Slovenia, og Sveis vinnur á Montenegro, skal tað í øllum førum vera stórur munur á í øðrum dystinum,
Tað besta hjá Føroyum er, at man kann avgerað alt við egnari megi: Eitt stig er nóg mikið fyri at koma víðari, og so fer man til Malmö við einum stigi. Vinna Føroyar á Slovnia, so vinnur man bólkin - og liðið fer til Skåne við tveimum stigum í skjáttini.
3. og seinasta umfar
Týsdagin 20. januar
17.00: Montenegro - Sveis
19.30: Føroyar - Slovenia
Føroyskar tíðir - hesar merkja eisini, at føroyingarnir kenna allar treytirnar, áðrenn farið verður inn á vøllin týskvøldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald