Fótbóltur

Føroyar millum tíggju tey sterkastu londini í ungdómshondbólti

Hetta er sambært EHF, sum í gjár kunngjørdi styrkismetingina av ungdómslandsliðunum eftir kappingarnar í summar. Føroysku avrikini vekja ans.

Føroyar rukku m.a. tveimum HM-fjórðingsfinalum, ið eru óhoyrt góð úrslit - Óli Mittún var ein teirra, ið spældi í báðum (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Føroyar rukku m.a. tveimum HM-fjórðingsfinalum, ið eru óhoyrt góð úrslit - Óli Mittún var ein teirra, ið spældi í báðum (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2023-08-24 17:50 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Í summar hevur nógv hondbóltsvirksemið verið í gongd, har fleiri av føroysku ungdómslandsliðunum av álvara hava gjørt vart við seg í stóru altjóða hondbóltskappingunum.

Tað eru serliga HM- fjórðingsfinaluplássini hjá U21- og U19 monnum, ið hava vakt ans runt í heiminum. Hetta hevur nú ført við sær, at Føroyar eru mettar at vera millum tíggju tey sterkastu londini í ungdómshondbólti beint nú og í topp fimm á manssíðuni.

[object Object]
Føroyska U21-landsliðið eftir sigurin á Kroatia í síðsta dystinum. Hann tryggjaði Føroyum eitt søguliga høgt sjeynda pláss (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Føroysku U19-menninir eftir flitta sigurin á Týsklandi, ið var ein grundarsteinur undir flotta HM-endaspælinum. Liðið endaði á 8. plássi (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Hetta kunngjørdi EHF í gjár, eftir at styrkismetingarnar fyri kappingarnar í summar blivu dagførdar. Í slíkari meting verður hædd tikið fyri, hvussu væl hvørt lið hevur avrikað í ymsu kappingunum. Liðini fáa stig, alt eftir hvat nummar tey endaðu.

Samlað fyri kvinnur og menn savnaðu Føroyar 212 stig saman, sum var nóg mikið til eitt tígginda pláss í listanum við stóru hondbóltstjóðunum. Danmark er ovast á listan

Sí listarnar og nærri frágreiðing á www.eurohandball-com

Ein meting bleiv eisini gjørd av kvinnum og monnum hvør sær, har Føroyar samlaðu fingu heili 152 stig á mans-síðini, sum rakk til eitt fimta pláss. Hetta er samanlagt ógvuliga flott av føroyskum hondbólti. 

Seinni í ár skulu U19-kvinnurnar stríðast um pláss í HM-endaspælinum, sum verður í næsta ár. Afturat hesum skulu bæði U18 og U20 menn spæla EM-endaspæl, sum verður leikt komandi summar. U17-dreingirnir endaðu í topp-tíggju í European Open fyrr í summar, og hjá U17-kvinnum rakk tað júst ikki til pláss í endaspæli, hóast fleiri góð úrslit í European Championship í Aserbadjan.

[object Object]
U19-kvinnurnar komu í finaluna í EHF Championship. Tað endaði við silvuri - eitt HM-pláss næsta ár er framvegis ein møguleiki. U17-genturnar og dreingirnir áttu eiisni fleiri sigrar í summar

------------------------------------------

Overall YAC summer ranking 2023:

1: Denmark - 292 points
2: Croatia - 280 points
3: Portugal - 276 points
     Spain - 276 points
5: Hungary - 260 points
6: France - 256 points
     Germany - 256 points
8: Sweden - 246 points
9: Iceland - 226 points
10: Faroe Islands - 212 points

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder