Hondbóltur

Føroyar mistu sigurin móti Finnlandi

Fyrsti HM-undankappingardysturin var javnur, men ein miseydnaður endi kostaði føroyska liðnum í Sveis.

Tað rakk tíverri ikki til sigur hjá føroyska liðnum í Sveis í dag
(Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)

Tað rakk tíverri ikki til sigur hjá føroyska liðnum í Sveis í dag (Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)

2018-11-30 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku kvinnurnar hava sett hol á HM-undankappingina, ið hetta vikuskifti er í Baden í Sveis.

Fyrsta mótstøðuliðið var Finnland, ið føroyska liðið vann á fyri tveimum árum síðani. Føroyar vóru eisini lítlir favorittar til hendan dystin. 

Tað var sera javnt í fyrra hálvleiki. Føroyska liðið var í fleiri førum á odda við einum málið, men slapp ikki heilt avstað. Finnland hekk allatíð í, men Føroyar vóru á odda 13-11 í hálvleikinum. Til tíðir hekk álopsspælið heilt væl saman.

Finnland kom betri út til 2. hálvleik, men tíggju minuttir inn í 2. hálvleik var munurin aftur tvey mál; 16-14 til Føroyar. Eftir hetta gekk tað tó bara niðureftir hjá føroyska liðnum, ið bert fekk trý mál restina av dystinum. Vivian Petersen hevði nakrar góðar bjarginar, men nógvu teknisku feilirnir vórðu revsaðir. Tað eydnaðist ikki at fáa fatur á Finnlandi aftur, og tað endaði við 22-19 ósigri. 

Hetta var eitt vónbrot fyri føroyska liðnum, ið hevði gott tamarhald á dystinum, men seinata løtan kostaði sigurin. 

Í morgin spæla Føroyar móti Litava. Dysturin byrjar klokkan 15.30.

Føroyar - Finnland 19-22 (13-11) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder