Hondbóltur

Føroyar mistu sigurin seinastu minuttirnar

Sannlíkt er tó, at Føroyar hósdagin skulu spæla um at koma í hálvfinaluna..

Talan var um ein tættan og fysiskan dyst ímóti Grikkalandi (Mynd: w17ehf.geohandball.ge)

Talan var um ein tættan og fysiskan dyst ímóti Grikkalandi (Mynd: w17ehf.geohandball.ge)

2019-08-05 13:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar skuldu royna at byggja uppá stórsigurin á Bulgaria í gjár, tá Grikkaland var á skránni í dag. Tað var eisini sera tætt við, at Føroyar hálaðu sigurin heim, men Grikkaland skoraði tíverri trý tey seinastu málini. 

Talan var ikki um tann best leikta hondbóltsdystin. Bæði liðini gjørdu nógvar tekniskar villur, og tað kom ikki nógv "flótandi" spæl. Her var stórur munur, um samanborið veðrur við fyrsta dystin ímóti Serbia.

[object Object]
(Elsa Egholm í gjøgnumbroti - Føroyar høvdu trupult við at gera mál í 1. hálvleiki)

Føroyar byrjaðu betri, men skjótt byrjaðu mistøkini at koma. Ígjøgnum dystin vórðu ov nógvir bóltar blakaðir burtur. Tað vóru tó serliga brendir opnir møguleikar, ið hildu føroyingum á bert fýra málum fyrsta korterið. Málverjin hjá Grikkalandi stóð sera væl í 1. hálvleiki, og føroyska spælið var heldur stirvið. Grikkar gjørdu tó eisini síni mistøk, og verjan hjá Føroyum spældi als ikki nakran vánaligan 1. hálvleik - til dømis skoraði Grikkaland bert tvey mál seinastu 11 minuttirnar.

Í 2. hálvleiki royndu ungu føroysku kvinnurnar at fáa fatur á Grikkalandi. Hetta gekk tó striltið, tí hvørjaferð okkara komu á -1, eydnaðist tað ikki at javna. Men tá tíggju minuttir vóru eftir, glapp tað. Glið kom á spælið, grikkar megnaðu ikki at skora, og tá fýra og ein hálvur mintuttir vóru eftir, komu Føroyar uppá + 3. Tað sá út til, at liðið hjá Dia Midjord hevði knógvað Grikklandi, og tað er eingin ivi um, at føroysku genturnar vístu stóran vilja og treysti, eftir at hava verið aftanfyri í næstan 40 minuttir í einum dystir, har tingini ikki heilt eydnaðust.

[object Object]
(Lív Bentsdóttir Zachariasen)

Tíverri svaraði Grikkaland aftur við trimum málum. Føroyar megnaðu ikki at skora aftur, og tað var týðiligt at tvífalda griska mansverjan og ágangandi verjuspælið gav okkara høvuðbrýggj seinastu álopini. Talan var tí um nakrir sera vónbrotnir føroyskir leikarar eftir seinasta bríksl. 

Vónin um at røkka hálvfinalanuni í EM-kappingini er tó als ikki burturtur. Um Ukraina ikki vinnur á Serbia mikudagin - hetta er sannliíkt - skulu Føroyar og Ukraina um 2. plássi í bólkinum og hálvfinalupláss hósdagin. Eftir dyst tríggar dagar á rað í Georgia, fáa føroysku genturnar tveir heilar frídagar, áðrenn tann møguliga avgerandi dysturin verður hósmorgunin. 

[object Object]
(Maria Pálsdóttir Nólsoy vald til besta leikaran hjá Føroyum í dag)

Maria Nólsoy varð kosin til besta føroyska leikara. Hon kom sera væl inn í bakketuna og gjørdist toppskjútti við seks málum - harav fýra brotskøstum ið hon setti ísakalt í málið, og sum hjálpi Føroyum at koma uppá javnt.

U17 kvinnur EM-kapping 
05.08, Tibilisi
Føroyar - Grikkaland 23-23 (9-11)


Dystargongdin: 
5 min 3-1 
10 min 4-4 
15 min 4-7 
20 min 7-9 
25 min 7-10 
35 min 13-14 
40 min 14-15 
45 min 16-18 
50 min 20-20 
55 min 22-20

Føroyska liðið frá byrjan: 
Rakul Wardum - Brynhild Pálsdóttir, Lív Bentsdóttir Zachariasen, Jana Mittún/Petra Andrea Larsen, Vár Bentsdóttir Zachariasen, Elsa Egholm, Lea Mortensen Mørk 

- Teir flestu leikararnir vóru í spæl ígjøgnum dystin. Serliga spældi toppskjúttin Maria P. Nólsoy nógv á høgra bakki 

Málskjúttar hjá Føroyum
Maria Pálsdóttir Nólsoy 6 (4) 
Jana Mittún 5
Elsa Egholm 4
Vár Bentsdóttir Zachariasen 3
Elsa Holm Jacobsen 2
Brynhild Pálsdóttir 1  
Natasja Hammer 1  
Lea Mortansdóttir Mørk 1 

Bjargingar: Rakul Wardum 5 
                   Rúna Jógvansdóttir Larsen 3 

Útvísingar: Lív 1

Støðan í bólkinum: 
Serbia 4 (2 dystir)
Ukraina 4 (2 dystir)
Føroyar 3 (3 dystir)
Grikkaland 1 (3 dystir)
Bulgaria 0 (2 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder