Annað

Føroyar møta Estlandi á heimavølli

Á fyrsta sinni verður møguleika at síggja EM-undankappingardyst fyri A-landslið í flogbólti í Føroyum, tá føroyska manslandsliðið  tekur ímóti Estlandi í høllini á Hálsi í Havn. Tað verður mikukvøldið.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-08-09 07:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikukvøldið verður á fyrsta sinni møguleiki at síggja EM-undankappingardyst fyri A-landslið í flogbólti í Føroyum, tá føroyska manslandsliðið  tekur ímóti Estlandi í høllini á Hálsi í Havn.

Estland er styrkismett nr. 24 í Evropa og kann sammetast við Belgia, sum Føroyar taptu 3-0 fyri seinasta mikudag. Sunnudagin vann Belgia 3-2 á Estlandi í 130-minuttir-langa dystinum, sum endaði 18-16 í avgerandi settinum.

Yrkisleikarar í sterkastu kappingum
Estland er uttan iva sterkasta landslið, sum hevur verið í Føroyum, og liðið hevur verið við í teimum seinastu fýra EM-endaspølunum, so hetta er ikki hissini mótstøða, Føroyar møta.

Miðalhæddin á estlendska liðnum er góðar 195 cm, sum er góðar seks cm meira enn teir 189 cm á føroyska liðnum. T.d hava estar ein blokkleikara, Mart Naaber, sum er 212 cm langur, og sum fær okkara egna Jóhan Arna Elisson Wang upp á einans 203 cm at síggja lítlan út. Hesin 212 cm langi blokkleikarin er so eisini einasti leikarin, sum spælir í estlendsku kappingini. Allir hinir spæla í øðrum londum, og teir flestu av teimum spæla í teimum allar sterkastu kappingunum í heiminum so sum tí italsku, pólsku, týsku, fronsku og eisini brasilsku, har stjørnuleikarin Robert Täht spælir. 

Vóna nógvar áskoðarar
Ofta hevur verið langt ímillum landsdystir í Føroyum, men tá teir hava verið, so hava teir sum oftast savnað nógv fólk. Og tað vónar liðskiparin á føroyska liðnum, Thorvald Danielsen,  hendir aftur hesa ferð. “Tað hevði verið stuttligt at sæð nógvar áskoðarar til dystin, tí tað ger stóran mun, at vit hava nógvar áskoðarar við okkum”, segði liðskiparin við FM1.

Dysturin verður spældur í høllini á Hálsi mikukvøldið kl. 19 og atgongumerki til dystin kunnu keypast á atgongumerki.fo. Til ber at keypa atgongumerki til einstakar dystir og at keypa stóra pakkan við fimm EM-dystum; tveir mansdystir og tríggjar kvinnudystir.  

Skráin fyri heimadystirnar hjá monnum og kvinnum er henda:

Menn
10.08.22 Kl. 19.00 Føroyar –Estland
21.08.22 Kl. 17.00 Føroyar - Belgia

Kvinnur
24.08.22 Kl. 19.00 Føroyar – Rumenia
04.09.22 Kl. 17.00 Føroyar – Ísrael
11.09.22 Kl. 17.00 Føroyar - Kroatia 

Allir dystirnir eru í høllini á Hálsi í Havn. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder