
Føroyar spæla ímóti Montenegro, Spania og Paraguai í bólkaspælinum í HM-endaspælinum, sum verður í Niðurlondum og Týsklandi í november og desember.
Lutakastið var í Noordbrabants Museum í niðurlendska býnum 's-Hertogenbosch.
Longu undan lutakastinum var greitt, at føroysku kvinnurnar skulu spæla í týska býnum Trier. Spælt verður í Trier Arena, sum tekur umleið 5400 áskoðarar. Hondbóltssambandið sigur, at kunning um atgongumerkjasølu kemur seinni.
Spennandi lutakast
Talan er um spennandi lutakast fyri Føroyar. Til seinasta EM, í 2024, gjørdist Montenegro nummar 8, Spania nr. 13. Føroyar gjørdust nummar 17.
Til seinasta HM, sum var í 2023, gjørdist Montenegro nr. 7, Spania nr. 13. og Paraguei nr. 29. Føroyar vunnu seg ikki til endaspælið.
Úr potti 1, sum eru tey bestu liðini, var eisini longu frammanundan greitt, at Føroyar skuldu hitta Montenegro. Øll hini liðini í potti eitt vóru staðsett til ymisku vertsbýirnar frammanundam.
Spania gjørdist liðið úr potti 2, og úr potti 4 gjørdist tað Paraguai. Føroyar eru í potti 3.
HM er øðrvísi enn EM á tann hátt, at tá bólkaspælið er liðugt fara trý tey ovastu í bólkinum víðari til meginumfarið, sum verður spælt í Dortmund og Rotterdam. Niðastu liðini í bólkunum verða savnað í sonevndum President's Cup, sum verður spælt í s-Hertogenbosch.
Bólkur D
1. Montenegro
2. Spania
3. Føroyar
4. Paraguai
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald