2019-08-26 20:12
Føroyskur ungdómslandsliðsfótbóltur stendur í blóma. Tað er í øllum førum nýggjasti styrkislistin hjá EHF eitt tekin um. Føroyar liggja nummar 14 yvir ungdómslandsliðshondbólt í Evropa.
Tað skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuni í dag.
Listin byggir á úrslitini, sum ungdómslandsliðini hava fingið í europeisku kappingunum í summar. Tað er serliga 1. plássið í European Open hjá U17-monnum, sum ger at Føroyar liggja so ovarliga á listanum. Fyri hetta avrikið hava vit fingið 80 stig, meðan 5. plássini í Euro Championship kappingunum hjá ávikavist U17- og U19-kvinnum góvu 23 stig hvør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald