Sunnudagin 17. mars byrjar EM-undankappingin fyri U17 gentur, sum hesaferð verður spæld í Føroyum. Fyrsti dysturin verður millum Lettland og Føroyar. Avspark er klokkan 13.
Heimasíðan hjá FSF skrivar, at næstu dagarnar verður nógvur landsliðsfótbóltur á skránni á Tórsvølli og á Ovara vølli í Gundadali.
Føroyar vera nevniliga vertir fyri EM-undankappingini fyri U17 gentur, og umframt Føroyar, vera Rumenia, Georgia og Lettland eisini við í kappingini.
Dystarskráin:
Sunnudagin 17. mars
Kl. 13:00 Lettland – Føroyar
Kl. 17:00 Rumenia – Georgia
Mikudagin 20. mars
Kl. 13:00 Føroyar – Georgia
Kl. 17:00 Rumenia – Lettland
Leygardagin 23. mars
Kl. 17:00 Føroyar – Rumenia
Kl. 17:00 Georgia – Lettland (á Ovara vølli í Gundadali)
FSF boðar frá, at ókeypis atgongd er til allar dystirnar. Í hesum sambandi verður heitt á áskoðararnar um at brúka inngongd J á Tórsvølli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald