Hondbóltur

Føroyar settu Bulgaria so dyggiliga uppá pláss

Í sinum dysti nummar tvey í EM-kappingini í Georgia lótu U17-kvinnurnar ongan iva verða um, hvat betra liðið á vøllinum var.

Lea Mortensen Mørk úr Vestmanna í gjøgnumbroti. Vinstri vongurin skoraði seks mál í dag - Mynd: W17efhgeohandball

Lea Mortensen Mørk úr Vestmanna í gjøgnumbroti. Vinstri vongurin skoraði seks mál í dag - Mynd: W17efhgeohandball

2019-08-04 11:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár løgdu Føroyar út við einum høðrum dysti ímóti hægst styrkismetta liðnum í bólkinum, Serbia. Føroyar taptu 30-26, men vístu fleiri góð ting, og taktirnar vórðu tiknar við inn til dystin í morgun ímóti Bulgaria. Her varð væntað, at møguleikin fyri sigri var góður. 

Føroyar komu eisini buldrandi inn til dystin, og eftir tíggju minuttir høvdu okkara skorað 9 mál, og við nógvari ferð og góðsku og álopunum og einari støðugari og  sterkari verju, við Petru Larsen og Vár Bentsdóttir sum oddakvinnum í miðverjuni spældu okkara sera væl fyrstu tjúgu minuttirnar.

[object Object]
(Lív Zachariasen skoraði fýra mál í 1. hálvleiki - Mynd: W17ehfgeohandball)

Málverjarnir hjá Føroyum pilkaðu nógv skot í dag og stóðu á áleið 50 % samanlagt. Rakul Wardum legði væl út í 1. hálvleiki, har hon hevði stórbjargingar, og hevði fleiri sera góð útkøst ið leiddu til mál. Í 2. hálvleiki tók Rúna Jógvansdóttir Larsen ógvuliga væl við, og bjargaði beint omanfyri helvtina av skotunum, ið komu á mál.   

[object Object]
(Føroyski málverjarnir spældu sín leiklut væl í morgun - Rúna Larsen (nr.16) hevði 10 bjargingar í 2. hávlleiki - Mynd: W17ehfgeohandball )

Tað var serliga Elsa Egholm, ið gekk á odda í dag við nógvum góðum málum. Gjøgnumbrotssterk og skotsterk, eins og Jana Mittún, sum aftur í dag fekk nógv mál. Elsa gjørdist toppskjútti og dagsins leikari hjá Føroyum. Á vinstra vongi spældi kvika Lea Mortensen Mørk ein sera góðan dyst, og nógvir leikarar komu inn og gjørdu mun.

[object Object]
(Elsa Egholm fær heiðurin sum besti føroyski leikarin í dystinum - Mynd: W17ehfgeohandball) 

Seinastu tíggju minuttarnar av 1. hálvleiki misti føroyska liðið takið á dystinum eina løtu. Fleiri teknisk mistøk, brendir møguleikar og ein ov opin verja, umframt eitt bulgariskt lið ið mentist nakað, vóru við til, at leiðslan fór í helvt: Frá 12 málum niður í seks. Helst hevur Dia Mijord fingið rættað uppaftur á nøkur ting í hálvleikinum, og Føroyar spældu aftur við sjálvsáliti og frískum kreftum frá byrjan av eftir steðgin.

Tað gjørdist ongantíð spennandi um útfallið; okkara vóru ov sterkar og øktu so líðandi. Tað gjørdist ein sannur stórsigur, og avrikið gevur helst meira sjálvsálit til dystin í morgin ímóti Grikkalandi, ið tapti tepurt fyri Ukraina í gjár. Triðji dysturin í bólkinum kemur helst at hava stóran týdning, um okkara skulu víðari. Hann byrjar klokkan 11.00 føroyska tíð. 

Her eru øll tølini frá dystinum: 

EHF EM kapping 
Tibilisi, 04.08
Føroyar - Bulgaria 37-20 (18-12)
 

Dystargongdin: 
5 min: 4-2 
10 min: 9-3 
15 min: 13-4 
20 min: 17-5 
25 min: 18-9 
35 min: 21-13 
40 min: 23-14 
45 min: 26-16 
50 min: 29-18 
55 min: 33-19 

Føroysku málskjúttarnir: 
Elsa Egholm 9 
Jana Mittún 8 (1) 
Lea Mortensen Mørk 6
Lív Zachariasen 4 
Maria Pálsdóttir Nólsoy 3
Sára Sigrunardóttir 3 
Brynhild Pálsdottir 1 
Frida Holm Jacobsen 1 
Rannvá Olsen 1 
Hervør Niclasen 1 

Bjargingar:
Rúna Jógvansdóttir Larsen 10 (1)
Rakul Wardum 8 (1)

Liðið frá byrjan av í 1. hálvleiki: Rakul Wardum - Hervør Niclasen, Lív Bentsdóttir Zachariasen, Jana Mittún/Petra Andrea Larsen, Vár Bentsdóttir Zachariasen, Elsa Egholm, Lea Mortensen Mørk 

Liðið frá byrjan av í 2. hálvleiki: Rúna Jógvansdóttir Larsen - Bynhild Pálsdóttir, Elsa Egholm, Vár B. Zachariasen, Rannvá Olsen/Petra Andrea Larsen, Maria P. Nólsoy, Frida Holm Jacobsen 

Útvísingar: Jana 1, Lív 1, Petra 1


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder