Seinasta árið hevur Julian Johansen verið hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum. Havnarmaðurin tók við eftir Lars Porskær Møller, sum byrjaði saman við Peter Bredsdorff-Larsen og Tom Jensen á summri 2021.
Tíðin rakk ikki til uppgávuna longur hjá Lars Møller. Danin hevði ymiskar aðrar uppgávur innan danskan hondbólt. Støðan hjá Juliani er nakað líknandi. Hjá honum er tað krevjandi starvið sum sølustjóri í Magn, og tað at hann hevur familju við fleiri lítlum børnum, sum ikki hóskar so væl saman við hjálparavenjaristarvinum hjá A-landsliðnum.
Tí boðaði Julian Johansen fyri stuttum HSF frá, at hann ynskti at verða loystur úr sáttmálanum. HM-play off dystirnir móti Norðurmakedónia vóru seinastu uppgávurnar hjá 34-ára gamla venjaranum.
Julian Johansen og Óli Mittún til landsliðsvenjing. Nú er greitt, at HSF skal finna ein nýggjan makkara til Peter Bredsdorff-Larsen, og ein sum skal vera við at føra unga føroyska liðið víðari fram (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Harvið skal ein annar persónur leggjast afturat venjaratoyminum hjá Føroyum. Í stuttari viðmerking við Portalin sigur ítróttarstjórin í HSF, Mark Lausen-Marcher, at Hondbóltssambandið er í gongd við at hyggja eftir møguleikum.
Vit spurdu eisini Mark Lausen-Marcher, um tað liggur til, at tað gerst ein útlendingur ella ein føroyingur aftur hesaferð. Eisini hvørt HSF hevur nakra raðfesting á júst hesum økinum. Til tað hevur ítróttarstjórin onga viðmerking.
Julian Johansen gjørdist hjálparvenjari, beint eftir at Føroyar høvdu vunnið sær EM-pláss. Tað er óvist, um hann fer at hava nakran leiklut sum hondbóltsvenjari næstu tíðina.
Julian Johansen stórfegnast eftir javnleikin móti Noreg undir EM-endaspælinum. Havnarmaðurin hevur áður verið landsliðsvenjari hjá sterka 02-árganginum saman við Mark Lausen-Marcher. Tilgongdin at avloysa Julian er í gongd; hana hevur serliga Marcher um hendi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald