Í gjár vunnu Føroyar við heili 17 málum á Bulgaria. U17-kvinnurnar spældu ein góðan dyst á øllum økjum, har bert teir seinastu 10-12 minuttirnir av fyrra hálvleiki vóru minni góðir.
Les eisini: Føroyar settu Bulgaria so dyggiliga uppá pláss
Føroyar eru eftir tveir dystir á 2. plássi við tveimum stigum. Serbia, sum okkara taptu 30-26 fyri í fyrsta dystinum, hava fýra stig fyri tveir dystir. Ukraina, ið bert hevur leikt ein dyst, hevur eisini tvey stig. Tað er helst, og vónandi, júst Ukraina, ið Føroyar koma at kappast við í bólki A. Nógv bendir á, at sterka Serbia fer at vinna bólkin, men tað er púra opið um hitt hálvfinaluplássið.
Grikkaland tapti leygardagin við einum málið fyri Ukraina. Í dag leiktu grisku genturnar imóti Serbia og skoraðu bert 13 mál í ellivu-máls ósigrinum. Tilsamans hevur Grikkaland bert 31 mál í tveimum dystum, men í dag skal liðið, ið fylgdi væl við Serbia í 1. hálvleiki, royna at fáa síni fyrstu stig. Serbia og Ukraina hittast seinni í dag.
(Sára Sigrunardóttir skorar her ímóti Bulgaria - Mynd: W17ehfgeohandball)
Um Føroyar skulu gera sær vónir um at koma víðari, so skal dysturin í morgun allarhelst vinnast. Harvið verður sett upp til eina møguliga finalu um 2. plássi ímóti Ukraina hósdagin. Føroyska liðið hevur víst styrki tveir teir fyrstu dystirnar; Elsa Egholm og Jana Mittún í bakketuni síggja t.d. sera sterkar út, og hava verið kosnar til dagsins leikara í hvør sínum dysti. Málverjarnir taka væl frá, og saman við verjuni burdi verið møguligt at gjørt tað stríggið fyri málfátøku grikkarnar.
Dysturin byrjar klokkan 11.00 føroyska tíð, og hann kann stoymast á ehftv og her
Hondbóltur
Føroyar skulu royna at halda fast um 2. plássið
Grikkaland er mótstøðuliðið hjá føroysku U17-kvinnunum í Tibilisi seint fyrrpartin.
Lív Bentsdóttir Zachariasen (27) og Elsa Egholm (2) vóru vælleikandi í gjáramorgunin. Í dag boðar ein nýggj og truplari avbjóðin - Mynd: w17ehf.geohandball
2019-08-05 08:28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald