Hondbóltur

Føroyar skulu royna seg móti Danmark og Noreg undan EM-endaspælinum

Føroysku kvinnurnar skulu til Noregs síðst í november, har stórar avbjóðingar bíða í Golden League-kappingini: Fyrst verða norsku evropa- og heimsmeistararnir á heimavølli sínum, sum Føroyar ikki hava roynt seg ímóti áður.

Føroyar og Danmark hittust í EM-endaspælinum í Sveis í 2024. Skjótt bresta liðini saman aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar og Danmark hittust í EM-endaspælinum í Sveis í 2024. Skjótt bresta liðini saman aftur (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-02 09:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Venjingar í Føroyum seint í september, tveir dystir í Eysturríki í oktober og síðani Golden League í Noreg síðst í november.

Hetta er á skránni hjá føroysku hondbóltskvinnunum, áðrenn leiðin gongur til EM í Póllandi fyrst í desember.

Av hesum eru dystirnir 26. og 28. november á pappírinum tað mest spennandi.

Eins og menninir í fjør, eru Føroyar bjóðaðar til Golden League: Venjingarkappingina á høgum stigi.

Noreg er vertir í Trondheim, og Føroyar skulu fyrst royna seg móti norsku heims- og evropameistarunum - møguliga við Noru Mørk, Henny Reistad og øllum hinum. Tveir dagar seinni er Danmark á skránni.

Harvið fær liðið veruliga roynt seg í vikuni áðrenn EM-endaspælið byrjar.

Týsdagin varð liðið til venjingarnar seinni í hesum mánaðinum úttikið. Hópurin verður skorin nakað niður til venjingardystirnar móti Eysturríki og til Golden League.

Sí eisini: 
EM nærkast: Fleiri nýggjar í landsliðshópinum

Skráin hjá kvinnunum undan EM-endaspælinum: 
21. - 29. september: Venjingar í Føroyum

22. og 24. oktober: Eysturríki - Føroyar  (Venjingardystir í Eysturríki)

26. november: Noreg - Føroyar (Golden League í Trondheim)

28. november: Føroyar - Danmark (Golden League í Trondheim)

3. desember: Fráferð til EM í Póllandi (Venja saman í Føroyum upp til hetta)

EM-bólkadystirnir, móti Ukraina, Fraklandi og Póllandi, verða spældir ávikavist 5. 7. og 9. desember í Katowice 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder