Hondbóltur

Føroyar skulu spæla HM-hálvfinalu

U21-menninir høvdu ein harðan og rótutan 2. hálvleik, men samanlagt vóru vit betri enn Slovenia, og liðið hevur skrivað eitt vakurt kapittul í føroyskari ítróttarsøgu.

Stórur føroyskur sigursrúsur í Sosnowie (Mynd: Sverri Egholm)

Stórur føroyskur sigursrúsur í Sosnowie (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-26 21:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sosnowiec, Pólland (Portalurin): Hesa ferð steðgar man ikki við fjórðingsfinaluna...føroyingar eru í topp-fýra í U21 manshondbólti anno 2025, og spæla í øllum førum um okkurt heiðursmerki sunnudagin.

Hetta er tann søti veruleikin, sum vit liva í. Føroyar hava aftur framt eitt satt hondbóltsbragd á stóra pallinum við at vinna eina HM-fjórðingsfinalu.

Hesaferð gekk tað útyvir Slovenia, sum í 2. hálvleiki stríddi seg væl inn í dystinum aftur. Tað gjørdist spennandi - eisini ov spennandi við føroyskum brillum - men tá tað veruliga stóð á, stóð eindin saman: Rókur Ziskason tók ábyrgd og økti til 35-33, og tá Sasha sekund seinni bjargaði fyri 15. ferð var allur ivi burtur.

Allar føroysku kenslurnar í høllini kundu sleppast leysar. Hetta er jú eitt ógvuliga stórt og flott fet afturat, og í kvøld stuðlaðu áskoðararnir aftur framúr væl.

Flott var tað móti endanum av 1. hálvleiki, tá Føroyar veruliga fóru frá slovenum og skaptu tí leiðsluna, sum vísti seg at vera umráðandi.

Les meira um 1. hálvleik her: Føroyar hava beina kós móti HM-hálvfinalu

Føroyar skulu spæla HM-hálvfinalu í morgin, fríggjadagin 27. juni, klokkan 20 føroyska tíð. Hetta móti Portugal.

Nógv meira seinni og í morgin.

-----------------------------------------

U21 HM-fjórðingsfinalur
Í dag, hósdagin 26. juni
Føroyar - Slovenia 35-33 (19-13)

Dystargongdin í søguligu fjórðingsfinaluni
5 min: 2-2
10 min: 5-4
15 min: 8-8
20 min: 11-10
25 min: 14-11
30 min: 19-13
35 min: 21-17
40 min: 23-20
45 min: 26-22
50 min: 31-26
55 min: 33-29
60 min: 35-33

Føroysku málskjúttarnir:
Ísak Vedelsbøl: 10 (5)
Óli Mittún: 6
Niklas Gaard: 5
Høgni Heinason: 4
Høgni Højsted: 3
Trúgvi Hávardsson: 3
Sofus í Selvindi Nattestad: 2
Rókur Ziskason: 2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder