2022-01-29 18:47

Lutakast var seinnapartin um hvørjum føroyska manslandsiðið í hondbólti skal møta til undankappingardystir til HM-endaspælið.
Tað gjørdist greitt, at okkara menn skulu ein túr til Hvítarusslands, sum endaði nummar 17 til EM í ár.
Talan er um tveir dystir, sum skulu spælast ímóti Hvítarusslandi. Fyrri dysturin verður 16. ella 17. mars - tann seinni verður 19. ella 20. mars.
Vinna Føroyar dystin, er tað Týskland sum bíðar í apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald