
Tað verða søguligur november- og desember dagar fyri føroyskan hondbólt, tá kvinnulandsliðið skal spæla í einum HM-endaspæli. Hetta verður fyrstu ferð, at eitt vaksnamannalandslið luttekur í HM-endaspæli.
Sí eisini: Føroyar verða minsta landið nakrantíð í einum HM-endaspæli
30 av 32 luttakandi londum eru uppá pláss. Eitt Wild card-pláss er eftir, sum helst fer til USA, sum skal hýsa OL í 2028. Umframt Føroyar verða Sveis og Egyptaland við fyri fyrstu ferð til HM hjá kvinnum.
Mynd: IHF
Fimm vertsbýir verða - tríggir í Týsklandi og tveir í Niðurlondum.
Týskland: Stuttgart, Dortmund og Trier
Niðurlond: Rotterdam og ‘S-Hertogenbosch
Hondbóltssamband Føroya greiðir soleiðis frá tilgongdini:
- 32 lond luttaka í HM-endaspælinum. Leikt verður í 8 bólkum á 4 lið, har 3 lið koma víðari í millumumfarið, har leikt verður í 4 bólkum. Liðini fáa stigini við sær, sum tey hava fingið móti teimum liðunum, sum eisini koma víðari. Ovastu tvey liðini úr hvørjum bólki í millumumfarinum koma í fjórðingsfinalurnar. Liðini sum ikki koma víðari úr innleiðandi umfarinum spæla sonevnda Presidents Cup um plássini frá 25 til 32.
Lutakastið verður í Den Bosch í Niðurlondum 22. mai. Tá verður greitt hvar, og ímóti hvørjum, føroysku kvinnurnar skulu spæla. Eisini kemur kunning viðvíkjandi atgongumerkjum og ferðing kemur eftir hetta, skrivar HSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald