Fótbóltur

Føroyar skulu spæla við í Baltic Cup í juni

Talan verður um eina fýra-landakapping millum Føroyar, Estland, Lettland og Litava, har hvørt lið spælir tveir dystir. Føroyar spæla móti Estlandi 8. juni og móti øðrum av hinum tríggjar dagar seinni.

Jákup Biskopstø Andreasen var annar av føroyski málskjúttunum, tá Føroyar bastu Litava á Tórsvølli í 2022. Nú er møguleiki fyri, at liðini hittast aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Jákup Biskopstø Andreasen var annar av føroyski málskjúttunum, tá Føroyar bastu Litava á Tórsvølli í 2022. Nú er møguleiki fyri, at liðini hittast aftur (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-08 14:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur í eina tíð verið greitt, at Føroyar skulu spæla venjingardystir móti Liktinstein (í Spania) og Danmark (í Brøndby) ávíkavist 22. mars og 26. mars.

Í heyst spæla Føroyar seks dystir í Nations League. UEFA hevur ásett fimm sonevnd landsliðsvindeygu, og eins og seinastu árini er tað krav, at øll limalondini spæla tíggju dystir. Harvið hava tveir dystir "mangla í" á skránni.

Nú er greitt, hvussu landsliðsvindeyga í juni sær út hjá Føroyum, og tað verður nakað øðrvísi, enn føroyska manslandsliðið hevur roynt fyrr. 

Fótbóltssamband Føroya skrivar á heimasíðu sínari, at avtala er fingin í lag við tey trý baltisku londini, Estland, Lettland og Litava, um at føroyska A-landsliðið við monnum tekur lut í Baltic Cup 2024, sum verður í juni mánaða

- Talan verður um eina 4-landakapping millum Føroyar, Estland, Lettland og Litava. Kappingin verður skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani verða finalan og dysturin um 3. plássið á skránni.

[object Object]
Føroyar og Lettlan spældu 1-1 javnleik - bæði á Tórsvølli og í Riga - á heysti 2020. Odmar Færø og Gunnar Vatnhamar skoraðu málini fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)

Kvinnulandsliðið hevur áður verið til Baltic Cup, og spælt verður eftir sama leisti sum tá. Hálvfinalurnar verða spældar leygardagin 8. juni, og Føroyar spæla móti Estlandi - í Estlandi. Samstundis spæla Lettland og Litava.

Finalan og dysturin um 3. plássið verða spæld týsdagin 11. juni. Harvið fáa Føroyar tveir dystir, og er tað móti nøkulunda javnlíkum. Føroyar eru 13 pláss undir Estlandi á FIFA-styrkislistanum, men beint omanfyri Lettland og Litava ið liggja lið um lið. Londini hava oftast spælt tættar dystir, hvør ímóti øðrum.

Føroyar vóru í bólki við Litava í seinastu Nations League og Lettlandi í næstseinastu Nations League. Føroyar taptu ongan av hesum dystunum, men Litava vann tó í venjingardysti millum liðini í 2020. Seinast Estland var mótsstøðuliðið var í 2011, tá Føroyar vunnu EM-undankappingardyst millum liðini á Svangaskarði. Árið fyri vunnu estar við tveimum málum í yvirtíðini í Tallinn.

Føroyska A-landsliðið við monnum hevur sjey ferðir áður spælt móti Estlandi, fimm ferðir móti Lettlandi, og 11 ferðir hava vit møtt Litava, upplýsir fsf.fo.

Fleiri hagtøl yvir mótsstøðulið hjá føroyska manslandsliðnum síggjast her.

Tað er eisini ein góður møguleiki fyri, at Føroyar fáa eitt baltiskt mótsstøðulið í Nations League seinni í ár. Lutakastið til hetta verður klokkan 17, og til ber at fylgja við á Portalinum.

Les eisini meira um tað her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder