Spania gjørdist evropameistari fyri U20-landslið í fjør, men í kvøld eru liðið í stórum trupulleikum móti Føroyum í HM-endaspælinum. Okkara fingu beinanvegin yvirtakið á dystinum - bæði í verju og í álopi.
Í gjár hevði Japan skorað 10 ferðir, tá 15 minuttir vóru spældir. Í dag vóru bert fýra mál komin inn móti Paula Jacobsen. Hann hevur staðið framúr væl - á yvir 50 prosentum - og so hevur verjan við Sveini Olafssyni og Ísaki Vedelsbøl í miðjuni verið ógvuliga stinn móti annars sterku og snildu spaniólunum. Tekniskar villur hava heldur ikki hjálpt hjá Spania, ið tó hevur verið veruliga kroyst til fleiri av teimum.
Sveinur skorar - hann hevur eisini verið ógvuliga stinnur í miðverjuni (Mynd: Sverri Egholm)
Pauli hevur bjargað og sent Hákun avstað. Hákun hevur skorað uppá øll síni skot (Mynd: Sverri Egholm)
Rói Ellefsen á Skipagøtu hevur skorað fýra mál av høgra bakki (Mynd: Sverri Egholm)
Valið at spæla við yvirtalið (7 móti 6) var púra rætt. Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur - fyri tað mesta - stjórna hesum meistaraliga. Beiggin og systkinabarnið í bakketuni hava eisini spælt ógvuliga støðugt, og Hákun West av Teigum og strikuspælararnir Sveinur og Ísak hava verið ísakaldur. Nøkur skot eru brend - serliga seinastu løtuna - og Elias hevur mist tveir bóltar, men Føroyar hava skorað í flestu álopunum. Eins og í gjár hevur talan verið um 21 føroysk mál fyri steðgin
Heilt nógv skal til, um okkara ikki skulu vinna dystin og harvið bólkin. Tað hevði verið flott og umráðandi at fingið tvey við sær til millumumfarið. Føroyar vunnu eisini á Spania, tá hesir árgangirnir hittust til European Open í 2019.
Heldur óveruliga støða í GETEC Arena - Føroyar hava síðani økt (Mynd: Sverri Egholm)
HM-endaspæl fyri U21-landslið - Bólkur D
Í dag, fríggjagin 23. juni í GETEC Arena í Magdeburg
Føroyar - Spania (21-10)
Dystargongdin:
5 min: 5-2
10 min: 10-3
15 min: 13-4
20 min: 17-6
25 min: 19-9
Føroyskir málskjúttar:
Hákun West av Teigum 6
Elias Ellefsen á Skipagøtu 4 (1)
Ísak Vedelsbøl 4
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Pauli Mittún 2
Sveinur Olafsson 1
Skoteffetktivitetur (skot/mál): 21/29 = 72 prosent
Upplegg:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 8
Pauli Mittún 5
Pauli Jacobsen 2
Hákun West av Teigum 1
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1
Sveinur Olafsson 1
Bjargingar:
Pauli Jacobsen: 10/19 = 52 prosent (Var ikki í málinum til eina málið)
Tekniskar villur:
Føroyar: 3
Spania: 7
Útvísingar:
Føroyar: 4
Spania: 2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald