Hondbóltur

Føroyar syftu Rumenia og fáa tvey stig víðari

Flottur 35-28 sigur og ógvuliga týðandi nú Damark og Frakland bíða mánadagin og týsdagin í meginumfarinum.

(Mynd: IHF/Kolektiff/Sasa Pahic Sxabo)

(Mynd: IHF/Kolektiff/Sasa Pahic Sxabo)

2025-06-21 12:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): Tá miðverjin Rókur Ziskason fekk eitt ógvuliga bíligt reytt kort eftir 25 minuttir, sá tað heldur trongt út. Føroyar vóru aftanfyri við einum máli móti Rumenia (14-15) og tørvaði minst eitt stig fyri at koma víðari. Tað hevði sæð trilvandi út í løtum áðrenn hetta.

Men ístaðin fyri at lata tað ávirka, svaraðu føroyingar aftur. Teir savnaðust í einum leikbrái, koyrdu ein frekan flúgvara, og blásti síðani Rumenia um koll næstu stóru tjúgu leikminttirnar.

Tað kom heilt upp á 29-21 einaferð, og sum 2. hálvleikur leið var eingin veruligur ivi. Føroysku áskoðararnir sansaðu eisini hetta og koyrdu á.

Tóki Friðriksson kom inn í miðverjuna og strikuna og tók stóra ábyrgd. Tað gjørdu Høgni Højsted og Trúgvi Hávardsson skiftandi á høgra bakki eisini, Sofus í Selvindi Nattestad kom væl inn á vinstra vong, og Búi D. Poulsen vardi væl undir liðini á honum.

Síðani umleið tíggjunda minutt móti Noðurmakedónia hevði Óla Jákup Gaard Olsen spælt á vinstra vongi, men í dag fekk Niklas Gaard álitið. Hann takkaði so sanniliga fyri: Niklas skoraði átta skot av teimum níggju - eitt skeyt hann sum tíðin fór, so taldi ikki. Niklas fekk pláss, og nýtti tað til fulnar - hann skoraði á ymsan hátt og varð kosin til dagsins spælara.

HM-toppskjúttin hevði málturk í nærum tjúgu minuttir. Men Óli Mittún tók nógv uppmerksemi, og fekk føroyska spælið at flóta væl. Tá so Rumenia minkaði eitt sindur, tók nummar 78 ábyrgd og skoraði trý góð mál á rað.

35-28 og harvið er fyrsta plássið í bólkinum tryggjað. Føroyar fáa tvey stig víðari til meginumfarið, har Danmark og Frakland bíða. Ein sigur har kann senda Føroyar í fjórðingsfinaluna.

Hetta er triðju ferð av trimum møguligum, at Føroyar spæla seg víðari í U21 HM. 

Nøkur tøl niðanfyri - meira seinni.

--------------------------------

U21 HM - 3. og seinasta umfar í bólki F
Føroyar - Rumenia - 35-28 (18-15)
13.00: Ísland - Norðurmakedónia

Dystargongdin
5 min: 3-2
10 min: 6-5
15 min: 9-9
20 min: 11-11
25 min: 13-14
30 min: 18-15
35 min: 21-17
40 min: 22-19
45 min: 27-21
50 min: 30-23
55 min: 33-27
60 min: 35-28

Støðan í bólki F eftir 2. umfar:

1. Føroyar 5 stig (2 stig við víðari)
2. Rumenia 4 stig (Víðari)
-------------------------
3. Ísland 1 stig (úti)
4. Norðurmakedónia 0 stig (úti)

Føroysku málskjúttarnir
Óli Mittún: 9 (3)

Niklas Gaard: 8

Ísak Vedelsbøl: 6

Trúgvi Hávardsson: 3

Høgni Højsted: 3

Sofus í Selvindi Nattestad: 2

Høgni Heinason: 1

Rókur Ziskasson: 1

Rói Hjaltasson Seyer: 1

Tóki Friðriksson: 1



Bjargingar:

Aleksandar “Sasha” Lacok: 9

Torstein Sivertsen: 1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder