Fótbóltur

Føroyar takið á Malta søguliga

Maltesar vunnu tó seinast londini hittust.

Fróði Benjaminse(nr.7) skoraði fyri Føroyar, tá Malta seinast vitjaði oyggjarnar. Hann er ikki við hesaferð, nú Føroyar og Malta hittast aftur
(Mynd: Sverri Egholm)

Fróði Benjaminse(nr.7) skoraði fyri Føroyar, tá Malta seinast vitjaði oyggjarnar. Hann er ikki við hesaferð, nú Føroyar og Malta hittast aftur (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-03 15:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

UEFA Nations League verður skotið í gongd í hesari vikuni. Føroyar eru í favorittleiklutinum á Tórsvølli fríggjakvøldið, tá Malta var á vitjan.

Malta vitjaði Svangaskarð fyri 21 árum síðani. Tá var talan áskoðaramet til ein dyst í Føroyum. 8.juni í 1997 sóu 6642 áskoðarar Føroyar vinna 2-1 við málum frá Toda Jónsson og Una Arge. Stóran mánað frammanundan vunnu føroyingar eisini 2-1 á maltesum. Á Ta`Qali leikvøllinum javnaði Øssur Hansen við brotssparkið beint eftir tíman, áðrenn Todi Jónsson avgjørdi dystin beint fyri leiklok.

HM-undankapping til Frakland 1998 er einasta ferðin, ið Føroyar hava verið í bólki saman við Malta. Londini hava leikt tveir venjingardystir sínámillum.

Í 2004 var Malta aftur á Svangaskarði. Eins og í 1997 vunnu Føroyar tepran sigur. Eftir eina 2-0 føroyska leiðslu í hálvleiki svaraðu maltesar aftur í 2.hálvleiki, áðrenn Fróði Benjaminsen tíggju minuttir fyri tíð avgjørdi dystin. 

Dysturin á Ta`Qali í november í 2013 er helst ein dystur, ið Lars Olsen og føroyska liðið vil gloyma; Føroyar vóru aftanfyri 3-0 í hálvleikinum. Hallur Hansson og Rógvi Baldvinsson, ið báðir eru í hópinum aftur hesaferð, skoraðu í teimum seinatu tíggju minuttunum, men Føroyar taptu fyri Malta á fyrsta sinni. 

Bæði í 2004 og 2013 skoraði vandamikil Michael Mifsud fyri Malta. 37-ára gamli lágvaksni áleyparin skoraði eisini fyri Birkirkara í 1-1 javnleikinum í Europa League móti KÍ á Malta seinast í juni. Hann er við í hópinum, sum kemur til Føroyar. Mifsud hevur skorað 40 mál í 127 landsdystum.

Londin hava sostatt leikt fýra dystir móti hvør øðrum, og Føroyar og Malta hava havt heimavøll tvær feðrir hvør. Allir dystirnir eru endaðir við teprum sigri annan vegin.

Nú er munurin á pappírinum størri. Føroyar eru næstan 100 pláss frammanfyri Malta, og hava staðið seg munandi betri seinastu tvær undnakappingarnar. Á føroyska liðnum eru eisini fleiri leikarar, ið gera seg galdandi uttanlands. Alt er tó opið fríggjakvøldið, og ymiskt bendir á, at talan verður um ein javnan dyst.

Dystir millum Føroyar og Malta:

1997: 
Malta - Føroyar 1-2
Føroyar -Malta 2-1

2004:
Føroyar - Malta 3-2

2013: 
Malta - Føroyar 3-2

(Keldur: Faroe Soccer og FSF)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder