Fótbóltur

Føroyar taptu tepurt

A-landsliðið hjá kvinnum tapa fyrsta dystin í Nations Leauge ímóti Montenegro 1-0.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-22 21:19 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Føroyska A-landsliðið við kvinnum spældi í kvøld fyrsta dystin í Nations Leauge. Fyrsti dysturin var ímóti Montenegro, og Føroyar taptu 1-0. 

Hóast mótstøðan var sterkari enn føroyska liðið, megnaðu føroysku kvinnurnar at bjóða teimum av. Montenegro var meira tendrað í fyrra hálvleiki og kom til fleiri møguleikar. Tær skoraðu málið til 1-0, tá 21 minuttir vóru spældir. Tær komu til nakrar farligar støður afturat, men føroyska verjan stóð væl, og Montenegro megnaði ikki at fáa meira burturúr møguleikunum. 

[object Object]
Blaðunda Fridrikka Clementsen í sínum fyrsta A-landsdysti (Mynd: Sverri Egholm)

Í øðrum hálvleiki gekk tað betri hjá føroysku kvinnunum. Tær megnaðu at koma til fleiri møguleikar, og kempaðu væl saman. Munurin á liðunum var tískil sera lítil í øðrum hálvleiki. 

Tríggir ungir leikarar fingu A-landsliðsdebut í kvøld. Sunniva Willemoes fekk sín fyrsta dyst frá byrjan, ímeðan Fridrikka Clementsen og Malena Olsen blivu skiftar inn í øðrum hálvleiki. Afturat hesum var hetta eisini fyrsti dystur hjá nýggja A-landsliðsvenjaranum, Signe Pries. 

Føroyar skulu aftur í eldin týsdagin, tá tær møta Kýpros á útivølli. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder