Annað

Føroyar taptu 3-0 fyri Ungarn eftir gott fyrsta sett

Silvurligan, kvinnur: Ungarn – Føroyar 3-0 (25-18, 25-8, 25-10).

(Mynd: CEV.eu)

(Mynd: CEV.eu)

2024-05-26 12:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska flogbóltslandsliðið spældi eitt fínt fyrsta sett ímóti sterka ungarska liðnum, men síðani gekk heldur striltið at fáa stig í hús í øðrum og triðja setti.

Støðan var javnleikur 9-9 í fyrsta sett, og Føroyar vóru eisini bara eitt stig aftanfyri við støðuna 14-15, tá Ungarn dró frá og vann 25-18.

Heilt øðrvísi gekk í øðrum setti, har Ungarn legði seg á odda 6-0, 9-1 og 14-2, áðrenn settið var vunnið 25-8.

Triðja sett var meinlíkt; við seks stigum á rað fór Ungarn frá 8-4 til 14-4, og við øðrum fimm á rað frá 15-7 til 20-7, áðrenn Ungarn tryggjaði sær settið 25-10 og dystin 3-0.

Sum í øllum hinum dystunum hjá Føroyum var Hanna Andriasdóttir Olsen aftur toppskorari leygardagin við seks stigum. Nicola Toftegaard fekk fimm og Sirið Hanusardóttir Samson fýra. Í gjár vunnu Føroyar einki stig við blokkinum.

Føroyar hava nú bara ein dyst eftir í Silvurliguni. Hann er ímóti Finnlandi og verður spældur í høllini á Hálsi fríggjadagin 7. juni. Finnland hevur spælt tveir dystir og vunnið báðar: 3-0 Liksemborg og 3-1 á Portugal.

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder