Fótbóltur

Føroyar við í eFootball PES 2020

FSF boðar frá, at føroyska A-landsliðið við monnum verður við í nýggjastu útgávuni av eFootball Pro Evolution Soccer 2020, sum kemur út til Play Station tann 10. september.

(Mynd: Í nýggja spælinum hjá Konami verður møguleiki atstýra hesum monnum og royna at fáa liðið til EM-endaspælið í 2020 - Sverri Egholm)

(Mynd: Í nýggja spælinum hjá Konami verður møguleiki atstýra hesum monnum og royna at fáa liðið til EM-endaspælið í 2020 - Sverri Egholm)

2019-08-21 13:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um tú vilt tú spæla sum Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen Jóan Símun Edmundsson, Sølvi Vatnhamar og hinir á føroyska A-landsliðnum, so er møguleikin har heilt skjótt.

Í teimum vanligu FIFA og PES-spølunum hevur tað vanliga ikki verið møguleiki at valt Føroyar at spæla við. Tá serútgávur í samband við endaspøl komu út fyrr, var tann møguleiki har, og tað verður tað eisini nú. 

Fótbóltssamband Føroya og Konami, ið er framleiðarin av Play Station spølunum, hava gjørt samstarvsavtalu um, at føroyska A-landsliðið við monnum verður við í nýggjastu útgávuni av eFootball PES 2020. Hetta kunngerð FSF í dag. Talan er um eina serliga útgávu av Pro Evolutin Soccer í samband við UEFA EURO 2020, ið stóra japanska fyritøkan gevur út.

[object Object]
(Tað fer at síggja heilt veruleikakent út, tá Atli Gregersen leiðir sínar menn á vøllin - Mynd: FSF - Konami)

Nógvir serfrøðingar meta, at PES nú veruliga bjóðar FIFA av í kappingini um besta fótbóltspæli til Play Station.

Sum partur av avtaluni, verða Føroyar eisini umboðaðar í komandi UEFA eEURO 2020 kappingini. Fleiri enn 50 av UEFA-limalondunum fara komandi árini at taka lut í hesi nýggju eSports kapping, sum verður spæld á eFootball PES 2020.

FSF meitir, at hetta er eisini ein møguleiki at fáa størri innlit í eSports-heimin, ið av álvara er farin at vinna seg fram kring heimin; eisini í Føroyum.

Nýggja eFootball PES 2020 verður at fáa til keyps frá týsdegnum 10. september 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder