- Har er ein høll, sum hevur fantastisk fyri padel-tennis í Føroyum, men har hevur kanska ikki verið so nógv pláss fyri tí sosiala. Tað hava vit lagt stóran dent á við hesi høllini; so at man kann spæla, flyta seg og so seta seg við onkrum at drekka saman við hinum. Og serliga vilja vit eisini fremja áhugan hjá kvinnum at spæla.
Soleiðis segði Teitur Matras Gestsson, tá vit vóru og vitjaðu á Hjalla fyri mánaða síðani.
Sí eisini: Video: Hetta skal vera eitt stað at spæla og hugna sær
Fyrrverandi fóbóltsmálverjin og núverandi venjarin hevur spælt nógv padel seinastu árini. Hann er ein av fýra stigtakarunum handan nýggju padel-høllina. Tað er saman við Báru Hansen, konu Teit, og hjúnunum Elin Sjúrðardóttir Holm og Julian Johansen.
![]()
Les meira og sí fleiri myndir her: Vinarpør vilja skapa betri karmar fyri padel-tennis í Føroyum
Búrini (vallirnir) og annað hava verið í gerð seinastu mánaðirnar, og nú er við at vera klárt at lata upp.
Padelmiðstøðina boðar í dag frá, at tað er møguleiki at bóka nú - tíðir eru frá 22. september og frameftir. Tað vil siga, at tað letur upp fyri almenningin næsta týsdag.
Fýra búr eru til at spæla double í (fýra spælarar), og so er ein vøllur til ein ímóti einum (single - tveir spælarar). Harvið kunnu eini 18 fólk spæla samstundis í nýggju høllini. Hvør vøllur hevur eina fyritøka, ið stuðlar, knýtt at sær.
Síðani er eitt øki, har man kann sita og taka sær av løttum, hyggja eitt sindur eftir hinum og keypa okkurt drekkandi og etandi. Umstøður til at skifta og fara í búsu eru eisini - ovast er svali og privat øki sum er møguligt at leiga.
![]()
Soleiðis sá út 19. august - tá stóðu trý búr uppi
Padelmiðstøðin er staðsett sum tað fyrsta, ein kemur til á ídnaðarøkinum á Hjalla (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald