
Føroyar eru nú vorðnar partur av altjóða tennissamgonguni, International Tennis Federation (ITF), og verða sostatt limaland nr. 213. Hetta varð samtykt á ársaðalfundinum hjá ITF, sum varð hildin 16. oktober 2025. Formelt gerast Føroyar limir í ITF tann 1. januar 2026, hetta hendir samstundis sum ITF broytir navn til World Tennis.
Árið í ár er søguligt fyri tennis í Føroyum, og boðar frá einari nýggjari og spennandi tíð fyri framman. Í mars mánaði fingu Føroyar játtað limaskap í evropeisku tennissamgonguni Tennis Europe. Hetta merkir, at 1. januar 2026 eru Føroyar formelt partur av bæði altjóða og evropeisku tennissamgongunum. Í fótbólti svarar hetta til, at Føroyar eftir einum ári hava fingið limaskap í bæði UEFA og FIFA.
Hetta hevur ómetaliga stóran týdning fyri at menna tennis í Føroyum. Við hesum limaskapum fáa føroyskir spælarar, venjarar og feløg atgongd til altjóða kappingar, menningarskipanir og útbúgvingartilboð. Eisini merkir hetta, at Føroyar nú kunnu bjóða seg fram at skipa fyri altjóða tenniskappingum fyri børn, ung og vaksin – eitt mál, sum er realistiskt at røkka, um vit megna at skapa røttu karmarnar og halda fram at menna ítróttin í verki.
Formaðurin í Tennissambandi Føroya, Ingi Heinesen Højsted, sigur soleiðis um tíðindini:
- Hetta er ein søgulig hending og eitt týðandi stig fyri tennis í Føroyum. At vit nú verða við í bæði Tennis Europe og ITF gevur okkum ein veruligan møguleika at seta Føroyar á altjóða tenniskortið. Vit hava eitt týðandi arbeiði fyri framman, men framtíðin sær sera spennandi út.
Við hesum hava Føroyar fingið altjóða viðurkenning sum partur av altjóða
tennissamstarvinum. Tennissamband Føroya takkar øllum, sum hava stuðlað og trúð upp á, at hetta kundi lata seg gera og gleðir seg til eitt spennandi tíðarskeið við nýggjum møguleikum og samstarvi í altjóða høpi.
Fyrst í komandi ári sleppa føroysk U12 landslið við gentum og U14 landslið við dreingjum at royna seg í evropeisku kappingini Tennis Europe Winter Cup 2026. Hetta verður fyrstu ferð, at føroysk børn og ung sleppa at royna seg í altjóða tenniskapping.
Tennissamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald