Fótbóltur

Føroyar vóru sannførandi í ársins fyrsta dysti

Pætur Petersen (2), Adrian Justinussen og Arnbjørn Svensson skoraðu allir fyri fyrstu ferð á A-landsliðnum, og Føroyar vunnu aftur við fýra málum á Liktinstein.

Í sínum sjeynda A-landsdysti gjørdi Pætur Petersen bart við tveimum málum í fyrra hálvleiki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í sínum sjeynda A-landsdysti gjørdi Pætur Petersen bart við tveimum málum í fyrra hálvleiki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-22 19:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar løgdu væl frá landi og mistu sum so ongantíð tamarhaldið á dystinum móti Liktinstein. Pætur Petersen fekk beint bóltin í málið longu í 3. minutti, og skálvíkingurin økti sjálvur í yvirtíðini í 1. hálvleiki, tá hann aftur fangaði ein leysan bólt og var snildur, og har Jóan Símun Edmundsson aftur var íblandaður.

Liðið hjá Håkani Ericson hevði bóltin nógv, yvir 70 prosent av tíðini, og stýrdi dystinum. Miðvøllurin sást ofta í einum diamant skapi, og fremst reikaðu Pætur og seriliga Jóan Símun Edmundsson nógv.

Adrian Rúnason Justinussen fekk sín fyrsta A-landsdyst frá byrjan og fall væl á álopskenda miðvøllinum. Hillrød-spælarin var við í nógvum og hevði fleiri vandamiklar skotroyndir. Stutt fyri hálvleik skoraði Adrian við sínum vinstra beini, tá hann rann seg í púra fría støðu. Hetta var eftir, at Føroyar vunnu bóltin frá Liktinstein, gjørdu skjótt av og Brandur Hendriksson sendi Adrian avstað: 3-0.

Mótsstøðuliðið hótti so at siga ikki málið hjá Teiti Gestssyni. Einki skot kom á tað. Bartal Wardum, Andrias Edmundsson og hinir vóru stinnir, og Andrias legði í yvirtíðini upp til 4-0 málið. Hetta var eftir frísparksinnlegg frá Daniel Johansen úr høgru. Toftamaðurin vann fyrst nærdystin, og so kundi ein ódekkaður Arnbjørn Svensson stýra bóltin í málið við høvdinum.  Hetta var fyrsti A-landsdystur hjá gøtmanninum, ið kom inn í 2. hálvleiki.

Liktinstein er eitt av allarveikastu liðunum í Evropa, men føroyska liðið gjørdi sítt. Fleiri álop vóru vælspæld, eftir bóltmiss varð bólturin sum oftast vunnin skjótt aftur, og um eitt sindur meira skerpni var í nøkrum innleggum og sendingum á seinasta triðinginum, so høvdu Føroyar helst vunnið meira enn 4-0.

Týsdagin er aftur venjingardystur á skránni. Tá verður talan um eina heilt aðra uppgávu: Danmark á útivølli

Venjingardystur
Marbella, fríggjadgin 22. mars
Føroyar - Liktinstein 4-0 (2-0)
3' Pætur Petersen (Jóan Símun Edmundsson) 1-0
45 (+1)' 3' Pætur Petersen (Jóan Símun Edmundsson) 2-0
49' Adrian Rúnason Justinussen (Brandur Hendriksson Olsen) 3-0
90 (+2)' Arnbjørn Svensson (Andrias Edmundsson) 4-0

Føroyar (4-4-2): Teitur Matras Gestsson - Hanus Sørensen (46' Jann Benjaminsen), Bartal Wardum (75' Arnbjørn Svensson), Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen, L (59 Daniel Johansen) - Adrian Rúnason Justinussen, Gunnar Vatnhamar, René Shaki Joensen (59' Mads Boe Mikkelsen), Brandur Hendriksson Olsen - Pætur Petersen (75' Hannes Agnarsson) , Jóan Símun Edmundsson (46' Hannes Agnarsson)

Loyvt var at gera seks útskiftingar. Hesir vóru á bonkinum uttan at koma inn: 

Mattias Lamhauge, Bárður á Reynatrøð, Magnus Egilsson, Hørður Askham, Andrass Johansen, Sølvi Vatnhamar og Petur Knudsen.

Høvuðsvenjari: Håkan Ericson

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder