Annað

Føroyar vunnu 3-0 á Íslandi

Føroysku flogbóltsmenninir gjørdu í kvøld bart í fyrra heimadystinum í Silvurliguni.

Fyrstu tvey settini vóru ógvuliga tøtt - í triðja setti vóru Føroyar væl og virðiliga omaná (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Fyrstu tvey settini vóru ógvuliga tøtt - í triðja setti vóru Føroyar væl og virðiliga omaná (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2024-05-24 21:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar tóku í kvøld ímóti Íslandi í Høllini á Hálsi í 2. umfari í evropeisku Silvurliguni. Ísland vann fyri viku síðani í sera tøttum dysti í Íslandi, men hesaferð vóru føroysku menninir omaná

Liðini skiftust um at vera á odda við einum ella tveimum í fyrsta setti. Tað var 24-24, og so tryggjaðu Føroyar sær settið 26-24.

Fyrra parti av øðrum setti var Ísland fyri tað mesta frammanfyri við einum og tveimum og viðhvørt trimun, áðrenn Føroyar fóru framum við einum og tveimum, og onkuntíð trimum. Tað bleiv síðani 22-22, men aftur vóru føroyingar kaldari og vunnu 25-23.

2-0 og nú kundi alt avgerast.

Í triðja setti vóru Føroya eisini á odda alt settið á tamb. Ísland minkaði munin niður í eitt miðskeiðis í settinum, men so drógu Føroyar frá aftur. Okkara vunnu settið 25-19 og harvið dystin 3-0. Talan var um fyrsta sigurin hjá manslandsliðnum í Silvurliguni.

2. umfar í Silvurliguni hjá monnum
Ítróttarhøllin á Hálsi - fríggjadagin 24.05

Føroyar – Ísland 3-0 (24-26, 23-25, 19-25)

[object Object]
Bjarni Joensen, ið til dagliga spælir í donskum flogbólti, gjørdi bart. Sørvingurin átti 20 av føroysku stigunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hjá Føroyum var Bjarni Joensen toppskorari við 20 stigum, harav tvey vóru blokkar og fýra vóru serviess. Jóhan Arni Elisson Wang fekk 8, harav 3 vóru blokkar. Tóki í Haraldstovu fekk 11 stig, harav eitt við blokki. Hjørtur Joensen fekk 13 stig.

Sunnudagin kl. 17 spæla Føroyar aftur á Hálsi. Tað er ímóti Eysturríki, ið verður mett at vera væl sterkari enn Ísland. 

Í morgin, leygardagin klokkan 17, møtast Ísland og Eysturríki í høllini á Hálsi
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder