Silver League, kvinnur:
Føroyar – Georgia 3-1 (25-19, 22-25, 25-22, 25-22)
Eftir flúgvandi byrjan, har Føroyar lættliga vunnu fyrsta settið, kom eitt sindur av turbolensi, har Georgia vann annað sett og var eisini á odda 19-15 í triðja, sum Føroyar tó knógvaðu heim. Føroyar fingu eisini flogið aftur, og lendingin gjørdist avbera vøkur í 3-1 sigrinum í høllini á Hálsi í kvøld.
Sí eisini: Myndir: Føroyar - Georgia kvinnur
Føroyar vóru á odda alt fyrsta settið, sum gekk upp á stás, og skjótt var tað vunnið 25-19.
Tað gekk eisini sum eftir ánni í øðrum setti, men trygga føroyska leiðslan minkaði brádliga niður í 13-12. Eftir føroyskt leikbrá fekst skil á aftur, og Føroyar løgdu seg á odda 17-13. Men so gekk alt av skriðuni, og í einum háli fór Georgia framum 19-17 og helt seg frammanfyri og vann settið 25-22.
Føroyar komu tó aftur á vinnarakós í triðja setti og løgdu seg á odda 7-4, og 10-6. Men so fór undanfarna settið at endurtaka seg, og Georgia javnaði til 11-11 og legði seg framum 19-14. Føroyski venjarin, Cristian Imhoff, bað um leikbrá, og tað hjálpti. Eitt stig fyri og annað eftir át føroyska liðið av Georgisku leiðsluni, og brátt varð 21-21. Georgiska leikbráið hjálpti einki, og Føroyar hildu fram, og Sofía Purkhús Splidt smassjaði settbóltin í gólvið til 25-22 eftir perfekta móttøku og heving.
Eftir at Føroyar høvdu ligið væl á odda stóran part av fjórða setti, kom spenningur í aftur móti endanum, tá Georgia minkaði um munin til 19-20 og 20-21. Føroyar hildu tó høvdið kalt og við lobbi frá Birgit Guttesen, sum Georgiska liðið ikki fekk bilbugt við, vunnu Føroyar settið 25-22 – og ikki minst dystin 3-1.
Sunnudagin kl. 16 spæla Føroyar seinasta heimadystin, sum verður ímóti Portugal, sum í kvøld vann 3-1 á Montenegro.
Menninir spæla eisini sín seinasta heimadyst sama dag. Hann verður ímóti Lettlandi kl. 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald