2018-08-19 15:10

Føroyska U18-landsliðið hjá monnum vunnu ein sannførandi sigur, tá teir fyrrapartin spældu sín seinasta dyst í EM-kappingini í Georgia. Tað skrivar Hondbóltssamband Føroya á heimasíðu sína.
Tá londini hittust í bólkaspælinum, tapti Føroyar við fimm málum.
Føroyar vunnu dystin 35-28 og endaðu sostatt á 5. plássinum. Hetta merkir, at Føroyar eru millum 24 tey bestu londini í Evropa í hesum árganginum.
Meira kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald