
Luksemborg hekk í nakað væl inn í 1. hálvleik, men tá Annika Fríðheim Petersen veruliga fekk bjargingarnar fram og verjan sat betri, umframt at okkara gagnnýtti møguleikarnar betri í álopi og fyrstu fasu, so øktiskt munurin skjótt.
Eftir eina frálíka føroyska byrjan uppá 2. hálvleik var ongantíð nakar ivi: Føroyar vunnu aftur við 18 málum á Luksemborg, ið er væl veikari. Føroysku kvinnurnar fara at enda á í minsta lagi 3. plássið í bólkinum.
Til ber at lesa meira í beinleiðis blogginum HER
Hetta kann geva pláss í EM-endaspælinum. Tað gerast vit klókari uppá fyrst í apríl. 3. apríl taka Føroyar ímóti sterka Svøríki, har tað í stóran mun snýr seg um málúrttøku, áðrenn ein finala um 2. plássið/stríð um so góða málúrttøku sum gjørligt í trý'ara rokniskapinum er á skránni í Íslandi (7. apríl)
Undankapping til EM 2024, bólkur 7
4. umfar, sunnudagin 03.03
Føroyar - Luksemborg 39-21 (17-9)
Støðan í bólkinum eftir fýra umfør - tvey eru eftir:
1. Svøríki 8 stig
2. Ísland 4 stig
3. Føroyar 4 stig
4. Luksemborg 0 stig
(Ísland er betri innanhýsis)
Dystargongdin:
5 min: 3-1
10 min: 6-3
15 min: 9-5
20 min: 11-8
25 min: 14-8
30 min: 17-9
35 min: 22-10
40 min: 25-12
45 min: 27-15
50 min: 30-16
55 min: 33-19
60 min: 39-21
Føroyar skoraðu eina rúgvu av málunum av vongplássunum í dag, og 18-ára gomlu hoyvíkskvinnurnar Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe og Karin Egholm vóru millum tær, ið veruliga gjørdu bart. Karin spældi sín fyrsta A-landsdyst í kvøld - Anna Elisabeth hevur nú tíggju mál í tveimum dystum. Aðrar ungar gjørdu eisini bart.
Anna Eliasbeth gjørdist toppskjútti við seks málum. Hon hevði átta skot av vinstra vongi (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyskir málskjúttar í sigrinum í dag
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 6
Karin Egholm 5
Maria Pálsdóttir Nólsoy 5
Jana Mittún 4
Hervør Niclasen 4
Elsa Egholm 4
Rannvá Olsen 3
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Pernille Brandenborg 2
Bjørk Franksdóttir Joensen 2
Bjarta Osberg Johansen 1
52 skot og 39 mál
Karin Egholm gjørdi bart í sínum fyrstu landsliðsminuttum, áðrenn høgri vongurin noyddist út við nakað av trupulleikum í høgra alboga (Myndir: Sverri Egholm)
Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen: 7/15 (46 prosent)
Rakul Wardum 4/17 (23 prosent)
Spældu hvør sín hálvleik - nógvar útskiftingar vóru á liðnum gjøgnum dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald