
Í dag spældi føroyska u-18 landsliðið í hondbólti ímóti Georgia í EM-kapping. Dysturin merkir, at Føroyar enda nummar 5 ella 6 í kappingini. Dysturin um tey plássini er í morgin og verður móti vinnaranum av dystinum millum Finnland og Luksemburg. Tað skrivar HSF.fo.
Føroyar byrjaðu dystin betur og løgdu seg á odda 7-1. Georgia kom tó spakuliga betri inn í dystin og hálvleiksstøðan var 18-12 til Føroyar. Føroysku dreingirnir fingu eina vánaliga byrjan uppá seinna hálvleik, og eftir tíggju minuttum var støðan 19-19.
Eftir hettar gekk betri og tá ein minuttur var eftir av dystinum fingu Føroyar brotskast, sum Elias á Skipagøtu, toppskjúttin á føroyska liðnum, setti í netið til 27-26 til Føroyar. Georgia megnaði tó at javna tá heilt fá sekund vóru eftir og tí var farið undir brotskastkapping, sum Føroyar vunnu.
Málskjúttarnir í dystinum vóru hesir:
Elias á Skipagøtu 13
Hákun West av Teigum 6
Dánjal Ragnarsson 6
Julian Kragesteen 2
Tróndur Mikkelsen 2
Pauli Mittún 2
Heini á Heygum 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald